Skip to main content

Posts

Showing posts from March, 2008

Stikkersvin í Føroya rætti

Danski rapparin Nairn við sanginum "Stikkersvin", sum varð granskaður í Føroya rætti í dag. (Mynd: YouTube) Í Sosialinum 31/3 2008 er frásøgn úr rættinum, har ein 21 ára gamal maður er ákærdur fyri drápsroynd. Undir yvirskriftini Ringdi eftir taxa verður skrivað soleiðis úr Føroya rætti: Karen Marie Olesen (fúti) legði stóran dent á, at ungfólkini høvdu lurtað eftir einum serligum slagi av rappi, og hon spældi enntá eitt av løgunum, sum nevnist »Stikkersvin« fyri dómarum og nevningum. Fútin spurdi ákærda, um hetta lagið hevði eggjað honum til at fremja gerðina seinni um náttina, og tað svaraði hann játtandi til. Hetta slagið av rappi er samfelagsrevsandi og mælir til hóttanir og morð. Ákærdi tosaði við hinar vinmenninar um at »knúsa órættaða sundur«, men hesum vildu teir ikki eftirlíka, so ákærdi gjørdi av sjálvur at gera nakað við málið. Hann visti ikki hvar órættaði búði, men tað fann hann út av við at ringja til nummarkall. Síðani ringdi hann eftir einum hýruvogni at koy...

Fitna og Geert Wilders

Niðurlendski høgrapolitikarin við tí sjáldsama hárinum, Geert Wilders (f.1963), hevur nú roynt seg við filmiskum amboðum. Tað ger hann við stuttfilminum Fitna , sum lýsir og staðfestir muslimskan ágang í okkara tíð. Filmurin er lagdur á netið, so allur heimurin kann síggja boðskapin. Í so máta er Wilders effektivur sum eingin annar. Hóast betra borgarskapið og dannaði hampafólk annars muta í móti, so er og verður tað Wilders, ið setur skránna og fær seinasta orðið. Júst hetta er bæði veikleikin og styrkin í demokratinum. At kunna rúma øllum meiningum, staðfestingum og listarligum útsøgnum. Filmurin, ið varir 16 minuttir og onkustaðni er kliptur niður til 10 minuttir, varð lagdur á netstaðin Liveleak 27/3-2008. Øsingin varð so mikil, at tey strikaðu filmin. Men tá var hann longu farin um allan heim og goymdur í ymsum útgávum á YouTube , sum Google eigur. Skrivar tú teg inn her og váttar at tú ert 18, so ber til at síggja henda sjáldsama niðurlendska dokumentarfilmin um islam og Koranin...

Listastevna Føroya endurstovnað?

Carl Jóhan Jensen (tv) í samrøðu við Ian Anderson úr Jethro Tull á Norðradalsskarði. Mitt fyri, við rygginum til, er Birgir Kruse og í baksýni trummusláarin. Undir heitinum "Innsig og útsig" hugleiðir rithøvundurin Carl Jóhan Jensen í Punktum.fo í Dimmalætting 19. mars 2008 um føroyskar bókmentir og hvussu føroysk mentan sæst aftur í altjóða høpi. At enda nevnir Carl Jóhan Listastevnu Føroya: Ein stjóri í Norðurlandahúsinum, sum framtak var í, tók fyri nøkrum árum síðani stig til eina altjóða listastevnu í Føroyum. Listastevnan var hildin í fimm ár á rað, seinastu ferð í 2005, og fekk góða undirtøku. Hvørt ár vóru í miðal eini átta túsund fólk til tey ymsu tiltøkini. Listastevnan fekst tó ikki í lag fyri einki, hon kravdi eina íløgu, sum togaði upp í móti hálvari fjórðu millión, brutto. Sum vituligt var vildi stýrið fyri Norðurlandahúsið ikki svara fíggjarliga fyri listastevnuna í allar ævir, aðrir partar máttu fáast uppí, eitt nú landið. Men føroyskir myndugleikar kendu ikki...

Listastevnan setti Føroyar á globala mentanarkortið

Á trappuni í Gøtu kirkju peikar Sámal Ravnsfjall á nøkur álvarslig viðurskifti í føroyskari mentan, meðan Ian Anderson áhugaður lýður á. Á niðaru myndin fær Rani Nolsøe Ian Anderson at signera plátuhúsan "Benefit" (Myndir: Birgir Kruse) Í grein í Punktum.fo í Dimmalætting 19. mars 2008 vil Carl Jóhan Jensen verða við, at Listastevna Føroya skapti mentanarlig innsig og útsig. Listastevnan var hildin í fimm ár á rað, seinastu ferð í 2005, og fekk alla tíðina góða undirtøku. Hvørt ár vóru í miðal eini átta túsund fólk til tey ymsu tiltøkini. Men trupult var hjá Norðurlandahúsinum at vera einsamallur ábyrgdari. Næstseinasta árið, í 2004, vitjaðu Jethro Tull í Føroyum. Eftir útferð í Klaksvík høvdu teir útselda konsert í Norðurlandahúsinum. - Listastevnan fekk tó sannað (og tað so dyggiliga), at við mentanarlívinun er tað ikki øðrvísi enn við sundum og firðum. Har sum innsig er, har verður eisini útsig. Helst mundi listastevnan tey fimm árini, hon varð hildin, breiða meiri vitan...

Hvussu nær kann mann sleppa?

Glen Campbell fangaður á palli í Hammersmith og Hank Marvin í Viborg (Mynd: Birgir Kruse) Ofta er bannað at taka myndir tá konsertir eru. Bert akkrediteraðir fotografar sleppa at taka myndir fyri ávís bløð, og bert tá konsertin byrjar. So skulu teir út. Tí er freistandi hjá fjepparum at finna markið, og royna at taka myndir allíkavæl og serliga at finna framm til, hvussu nær tú kanst sleppa stjørnunum, uttan at verða blakaður út. Einaferðina stóð eg bara fáar metrar frá Paul McCartney og sang kór til "Let it Be". Tað var stórt. Men einki kamera varð at goyma løtuna. Kendi meg sum tann, ið misti heimsins stórsta laks. Men ráð eru fyri tí. Í Viborg latst eg tosa í fartelefon og gekk mær heilt upp til pallin. Nonsjalant setti eg telefonina á kantin og við honum sum undirlagi, tók eg myndina av Hank Marvin. Óbetalilig í mínum savni. Tað var meðan Shadows høvdu teirra "Farwell Tour". Telefonin var ein Sony Ericson S710 1,3 MP. Í Hammersmith, London, nýtti eg eitt Panason...

Tí tíma føroysk børn ikki at lesa

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð blaðar í Harry Potter, sum flestu føroysku børn lesa (Mynd: Birgir Kruse) Í áhugaverdari tíðargrein í Sosialinum skrivar Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð um hví føroysk børn ikki tíma at lesa. Arnbjørn trívir í ymsu kanningarnar, sum javnan eru frammi í miðlunum: "Tá ið útvarpið hjá Kringvarpinum nú ein dagin aftur visti at siga, at føroysk børn duga ikki nóg væl at lesa, og tá ið tey somu fólkini góvu tey somu svarini um, hví støðan er sum hon er, undraði tað meg enn eina ferð, at ongin spyr børnini." Við hesi spennandi vinkling byrjar tíðargreinin. Vinklingin, ella eygberingin, er ikki bara staðfestandi, men eisini atfinnandi mótvegis skúla, gransking og útgávupolitikki. Nógv bendir á, at vit koma ikki úr stað, men standa og tøva. Naggatódn er komin í. Fyri ikki at siga forstoppilsi. Arnbjørn endar tíðargreinina við hesum orðum: "Lat okkum fáa samtíðina inn í føroyska list, serstakliga inn í føroyskar bókmentir. Tá hevði áhugin hjá føroyskum, ungum...

Reporters sans frontières

Tað var eitt umboð fyri felagsskapin Journalistar Uttan Landamørk (Reporters sans frontières), sum mótmælti, tá fest varð í olympiska kyndilin í Grikkalandi í dag. Kyndilin er nú á ferð kring knøttin og verður í Beijing 8. august. Heimspressan fylgur við og gott høvi er at gera vart við mannarættindaspurningar og viðurskifti annars, ið skerja persónliga frælsi í olympiska vertslandinum. Felagsskapurin Journalistar Uttan Landamørk kallar Kina heimsins stórsta journalistiska fangahús. Felagsskapurin Journalistar Uttan Landamørk heitir tí á heimsins fólk um stuðul. Hesin stuðul kann veitast við at skriva undir áheitan, ið verður send Liu Qi, forsetanum í Olympisku Nevndini í Beijing, sum eisini er skrivari í býráðnum. Her er slóð til áheitanina: http://www.rsf.org/article.php3?id_article=2293

Students for a Free Tibet

Eins og føroyingar stovnaðu Føroyingafelag og Studentafelag í útlegd, hava lesandi í Tibet gjørt tað sama. Í 1994 stovnaðu tibetansk lesandi Students For A Free Tibet. Heimstaður er New York og hvørja viku kunngera tey eina filmaða frágreiðing. Á hesum bloggi, niðast til høgru, ber til at klikkja seg inn á tænastuna og fylgja við, hvussu gongst í Tibet. Miðsjónin hjá Students for a Free Tibet eru soljóðandi: Students for a Free Tibet (SFT) works in solidarity with the Tibetan people in their struggle for freedom and independence. We are a chapter-based network of young people and activists around the world. Through education, grassroots organizing, and non-violent direct action, we campaign for Tibetans' fundamental right to political freedom. Our role is to empower and train youth as leaders in the worldwide movement for social justice. Bloggur hjá SFT sæst her: http://blog.studentsforafreetibet.org/

Good Friday Agreement 10 ár

Ovast sæst hýruvognsførarin Kevin við altjóða Freedom Wall í Belfast, har frælsissinnaði ung úr øllum heiminum møtast at mála. Niðri undir vísir Kevin minnstalvuna fyri The Clonard Martyrs við samnevndu katolsku kirkjuna í Belfast (Myndir: Birgir Kruse) Í dag, langafríggjadag 2008, eru 10 ár síðani The Good Friday Agreement tók við í Norðurírlandi. Friður valdar í Belfast og katolikkar og protestantar arbeiða í felag. Men undir yvirflatuni lúrir vandin. Fólk rætta meg, longu eg nevni The Good Friday Agreement. "Tað eitir the Belfast Agreement " siga tey. Eg nikki og yvir fyri sambandssinnaðu norðurísku protestantunum viðurkenni eg málsliga mistakið. Men tá eg seinni spyrji tjóðskaparsinnaðar katolikkar um vegin til Londonderry, eri eg um at verða kjølhálaður. "Tað eitir Derry . Einki London her!" siga tey avgjørd og peika á vegaskeltini, har London-parturin er sproytaður við svørtum grafitti. Her búgva fólk, sum alt teirra lív hava havt the Troubles sum dagligt yr...

Now I'm catholic, now I'm not

Hýruvognsførarin Kevin vísir markið millum katolikkar og protestantar í einum býlingi í Belfast. Niðri undir standi eg við minnstalvu hjá arbeiðsgevara hansara West Belfast Taxi Association. (Myndir: Unn og Birgir Kruse) Einki er sum ein hýruvogstúrur í Belfast. Førarin, Kevin, steðgar og hevur eitt show sum eg aldri havi sæð áður. Hann peikar á fortovskantar, ið eru málaðir við bretsku Union Jack litunum og so verða kvettir av við trílittu írsku litunum. Og so fer hann at steppa og hoppar frá síðu til síðu sum ein annar rock'n'roll sangari: "Now I'm catholic, now I'm not, now I'm protestant, now I'm not". Aftanfyri Kevin búði ein katólsk familja í endaraðhúsunum ovast til vinstru. Tey vórðu bumbaði út úr húsunum, sigur Kevin. Í dag búgva bara protestantar her. 11. juli 2001 koyrdi eg sama túr í Belfast. Hetta var kvøldið fyri Orjanemarsjin. Tá var støðan spent, mest sum krígsstøða. Um hesa ferð skrivaði eg 21. juli 2001 í Fregnir "Seinasta tokið ...

Bed and Breakfast í Belfast

Vivian Martin er vertinna okkara í verkamannabýlinginum Andersonstown í Belfast. Hon bjóðar bed and breakfast, men seinni partur av tænastuni verður latin upp í okkara hendur (Myndir: Unn og Birgir Kruse) Ferðavinna er nýggj í Belfast og serliga í hesum katólska býarparti, Andersonstown. Protestantar rista á høvdinum og halda okkum vera púra ør, tá vit siga hvar vit búgva. Samstundis eru katolikkar so himmalsliga fegnir um at vit búgva í Andersonstown og spyrja, hvussu vit funnu fram til hesi húsini. Fegin vísa tey okkum svørtu taxabilarnar og hvussu teir bíligast koyra okkum inn í miðbýin og finna tey røttu støðini. Bæði til mat, handils og hugna. Andersontown er ein heimligur verkamannabýlingur, dygst við the Falls og ikki so langt frá miðbýnum. Eitt framúr høvi at hitta katólska fólkið við áhuga fyri mentan og tjóðskapi. Belfast er á einum vegamóti. Gamli stættarmunurin er víkjandi, friður valdar og flestu vilja gloyma the Troubles og fjala øll tey blóðdálkaðu minnismerkini. Hinvegi...

Hello, Gerry!

Gerry Adams uttanfyri høvuðsskrivstovuna hjá Sinn Féin. Um hornið er Bobby Sands málaður á veggin. (Myndir: Birgir Kruse) Belfast er í dag ein lagaligur býur. Møtir tú Gearóid Mac Ádhaimh, eisini kendur sum Gerry Adams, so heilsar hann kurteisliga. Eingin skundur, eingin órógv. Friður er fallin yvir Belfast. Eisini Vesturbelfast. Gerry Adams, sum er higani, hevur verið forseti Sinn Féins síðani 1983. Eftir at hava svøltað seg í 66 dagar, doyði hin 27 ára gamli Bobby Sands í Maze (Long Kesh, H-Block) fongslinum 1981. Hann skrivaði bøkur og yrkti sangir. Kendasta er bókin One Day In My Life , sum veturin 1979 varð skrivað á "toilet paper with a biro refill...hidden inside Sands' own body", sum skrivað stendur á bls. 18 í 2001 útgávuni. Fyrsta útgáva kom í 1983. Fororðini skrivaði Gerry Adams, sum sjálvur sat í fangahúsi og leingi var bannaður at tala í BBC.

Várframsýningin 2008

Myrkrið sýgur um Listaskálan. Tey "ordiligu" listafólkini mugu koma aftur! Á www.kjak.fo sigur frk.fjams um Várframsýningina 2008: Eg havi sæð Várframsýningina. Sum heild haldi eg framsýningin er ógvuliga “nossilig”, sum Kinna eisini tekur til - haldi tó Kinna er í so negativ í sínum ummælið. Well, eg bleiv ikki blást um koll...Er nakar annar, sum hevur eina meining um framsýningina? Á www.kjak.fo sigur birk um Várframsýningina 2008: Havi eisini sæð Várframsýningina. Fyri ein part eri eg samdur við tær og teim ummælum, ið hava verið frammi. Og lat meg nevna, at mær tykir at tey ummæli av myndlist, sum koma fram í Føroyum eru blivin meira krukkut enn kvalifiseraði. Og júst hetta er eitt symptom uppá listarliga standin. Hvørja ferð eg eri í Listaskálanum kenni eg ein tiltakandi óhugna. Várframsýniningin er toppurin í so máta. Nú er tað blivið beinleiðis pínligt at koma í Listaskálan. Og mær dámar tað ógvuliga illa. Tí eins og allir (?) føroyingar eri eg djúpt góður við bæði Lis...

Arthur C. Clarke úr tíðini

Aldri áður eru framstig manna-ættarinnar lýst so hugtakandi, sum á hesum báðum myndum. Tær eru úr innganginum í filminum "2001: A Space Odyssey" (1968). Ein steinaldarmaður kastar fyrsta vápnið, sum er ein brotin lærleggur, upp í luftina og niður aftur kemur ein high tech rúmdarstøð við tónum hjá Strauss. Í millum byrjan og enda á hesum sekvensi liggur mentanarsøga okkara. Fantastiskt! 90 ára gamal, er upphavsmaðurin til hesa søguna "2001: A Space Odyssey", Arthur C. Clarke, farin úr tíðini. Søgan, sum er frá 1968, varð beinavegin gjørd til film. Leikstjóri varð Stanley Kubrick, sum við hetta høvið gjørdi eina av mest avbjóðandi visualiseringum í allari filmssøguni. Kubrick doyði í 1999. Sí grein "Tá framtíð gerst samtíð" undir árinum 2001 í yvirlitinum til høgru.

Avskipaðir filmar

Birgir Kruse og Poul Johannes Jacobsen við føroyskum filmum uttan fyri Eik í Havn Ein skái varð seinrapartin, tá teir 230 filmarnir, ið eru savnaðir til fyrsta partin av verkætlanini "Føroyskar søgur, upplivingar úr gerandis-degnum" vórðu avskipaðir við høvuðsskrivstovuna hjá Eik yviri við Strond í Havn. Poul Johannes Jacobsen, Eik, tekur allar tær fimm Eik-taskurnar, ið eru fyltar við føroyskum filmi við sær til Danmarkar. Eini 80 pund av filmi. Tey, ið hava latið filmar til fyrsta part av verkætlanini eru Dánjal Jákup Mortensen, Rannvá Olsen, eftirkomarar hjá Niels L. Arge, Inger Hansen, Daisy Sloan, Kári Andreassen, Árni Conradsson, Knút Bjørk, Aksel Haraldsen og Erlendur Simonsen, øll Tórshavn, Dávur Winther og Margretha Hansen, Klaksvík, Signe Skaaning, Leynar og Andras Nybo, Hósvík. Substanz Nordisk Film fer nú at talgilda filmarnar og skriva handrit til DVD útgávuna "Føroyskar søgur, upplivingar úr gerandisdegnum". Tá liðugt er fáa ánararnir upprunafilmin aft...

25 NLA-filmar

Birgit Arge og svigarinnan Sólrun Arge við sjáldsamum filmum, sum Niels L. Arge hevur tikið í fimmtiárunum “NLA-filmar, soleiðis kallaði pápi filmarnar,” sigur dótturin Birgit og greiðir frá hvussu Niels L. Arge hegnisliga skrivaði stavirnar á eskjurnar, sum filmarnir eru í. Og ymsar eru tær, eskjurnar og hylkini, sum mongu filmarnir eru í. Umframt vanliga 8 mm stødd, hevur Niels L. Arge brúkt 9,5 mm støddina, ið kravdi serstaka útgerð, tí perforeringin var mitt gjøgnum filmsrulluna. “Vit eru fimm systkin, ið hava hugt at filmi seinastu dagarnar. Seks tímar sunnudagin, og so aftur í gjár og í dag” siga tær báðar Birgit og Sólrun, ið eru samdar um at larmurin frá filmsapparatinum er eitt sindur stravin. “Men hetta var veruliga a walk down memory lane ,” heldur Birgit, ið er skúlastjóri í Hoyvíkar skúla. Svigarinnan Sólrun, sum er gift við Thomas Arge, er samd. Sólrun og tey hava havt mongu filmarnar hjá Nielsi í varðveitslu. Niels L. Arge fotograferaði nógv, tók film, eisini við ljóði, ...

Søguligur filmur úr Havn

Rannvá Olsen við filminum, sum langabbabeiggin Ingvald Olsen tók í 1926. Ingvald (1905-1981) er hin yngsti av brøðrunum. Elsti føroyski filmur, sum higartil er funnin, er tikin í 1926. Myndamaðurin er Ingvald Olsen úr Havn. Ingvald varð føddur í 1905 og doyði í 1981. Filmurin, hann tók í Havn og á Tvøroyri, er í 35 mm stødd og varir 12 minuttir. Filmurin hevur verið vístur í biografinum hjá Dia á Bø, har sum Føroya Banki er í miðbýnum í Havn. Upptøkurnar eru av kongavitjan í Havn 1926, tá Kristian X. vitjar saman við drotningini Alexandrinu. Vit síggja hópin av fólki, sluppum og deksbátum á vánni og havnalagið á Eystaru- og Vestaruvág. Eisini síggja vit eina sjáldsama sirkus-karusell, ið melur so lystiliga á Vaglinum ella har í nánd. Eftir hetta er fótbóltsdystur har HB og TB spæla, og vit síggja eitt brot við fólki, ið eru savnaði á bryggjuni á Tvøroyri. Síðani er norsk ítróttarvitjan og tveir menn taka brókatøk eina góða løtu. Kristian X. og Alexandrina drotning vitjaðu fyrstu ferð í...

Søguligur filmur úr Klaksvík

Tær 14 filmsrullurnar hjá "Als" á borðinum hjá Dáva Winther Sunnudagin var eg í Klaksvík og savnaði gamlan film til verkætlanina "Føroyskar søgur, upplivingar úr gerandisdegnum". Har hitti eg Margrethu Hansen, dóttir Jógvan A. Olsen, sum bygdi deksbátar á Grótrætt og Lítlu beding. So hvørt deksbátarnir fóru av bakkastokki, hevur Jógvan filmað við Super 8 útgerð. Spennandi staðfestingar, ið umframt at sýna líðugt dygdarverk, eisini vísir fólkalívið í sjeytiárunum. Soleiðis er við filmi. Samstundis sum filmur er tann listagreinin, ið tættast er knýtt at tøkni og ídnaði, so er eingin listagrein, sum ájavnt við film kann lýsa fólkalív, beint so sum tað var. Sama sunnudag hitti eg eisini mentaleiðaran Dáva Winther í hølunum hjá Klaksvíkar býráði. Frammanundan høvdu vit skift orð um stóra søguliga filmssavið hjá dananum Pouls Als-Jensen. Undir krígnum og fram til 1949 hevur hann tikið film í Klaksvík, har mangt áhugavert er at síggja. Fróðarmaðurin Jógvan við Keldu skriva...

Føroya søga á filmi í 100 ár

"Føroyskar søgur, upplivingar úr gerandisdegnum" er heitið á søguligari filmsverkætlan, sum Eik Grunnurin og framleiðslufelagið Substanz Nordisk Film standa fyri í samstarvi við Fornfilmsfelagið og Kringvarpið. Talan er um at savan filmsupptøkur, ið lýsa seinastu 100 árini í Føroyum gjøgnum gerandisupplivingar hjá høgum og lágum. Í hesum sambandi heitir samskiparin Uni Leitistein Hansen á allar føroyingar um, at fara í skuffur, upp á loftið og út undir væðingina at leita eftir gomlum, søguligum filmsupptøkum, ið kunnu varpa ljós á søguna hjá okkum øllum hetta drúgva og hendingaríka tíðarskeið. Alt filmstilfar, ið stavar frá undan 1900 og fram til 1990, og er á 8 mm., 16 mm. ella øðrum videoformati, hevur áhuga. Vikuskiftið 7.-9. mars 2008 verða søguligir filmar heintaðir frá 17 ymsum fólkum kring landið. Filmarnir verða sendur til Danmarkar við starvsfólki hjá Eik, mikudagin 12. mars 2008. Kontaktpersónar eru Uni Leitistein Hansen ulh@substanz.dk telefon +4522490919 og Birgir...

Hvat er eitt flagg?

Fløgg og Merkið I: Føroyska flaggið rópa vit ”Merkið”. Eingin er í iva um, hvussu tað sær út og hvat tað ímyndar. Fleiri eru eisini, ið kenna søguna um "Merkið" og lesa hana við áhuga. Ein teirra er Ole Wich við netstaðnum www.olewich.com Hann hevur arbeitt við uppskoti um nýtt flagg. Tó so, Ole hevur ongar ætlanir um at skifta ”Merkið” út, ella á nakran hátt at venda sær burtur frá viðurkenda flaggi føroyinga. - Eg havi jú bara gjørt hetta flaggið, til at vísa á, at eitt flagg eigur at lúka nøkur avís formell grafisk krøv og kann hava eitt annarleiðis, ella størri symbolvirði, sæð í mun til eyðkennini á staðnum, tá óviðkomandi virðisásetingar ikki síggjast. Eg haldi eisini at Føroyar vórðu eitt betri brand í altjóða høpi við einum flaggi, ið gekk ein annan veg enn tey skandinavisku krossfløggini. Hetta er alt samalt bara royndir og tankaspuni, her og nú, sigur Ole Wich. Á http://www.kjak.fo/ sigur Ole Wich um flaggið omanfyri: - Hvis jeg skulle have designet det færøske fl...

Fløgg og merki í Norðurírlandi

Fløgg í Norðurírlandi 2007 Myndir: Birgir Kruse Í einum av næstu grannalondum okkara, Írlandi, brúka tey fløgg til nógv endamál. Ferðast tú í bili millum bygda í Norðurírlandi, varnast tú skjótt hvussu fløgg verða brúkta at siga, hvør heldur við hvørjum. Við savningarstøð hjá Oranjefólki, sum hvørt ár ganga Oranjemarsj, síggjast appelsingul fløgg og steyrar, ið eru málaðir appelsingulir og bláir, sum á niðaru myndini. Tey eru í andstøðu við katolikkar og oftast tey somu, ið vilja varðveita sambandið við Bretland. Hjá teimum sæst Union Jack . Litirnir í hesum flaggi síggjast eisini á ymsan hatt, til dømis fram við gongubreytini, upp eftir pelum og málaðir á tunnur og brandskáp, sum á ovaru myndini. Á sjálvan koyrivegin eru skrivað søgulig stríðsnøvn og árstøl, og yvir øllum stendur "God save the Queen". Hinumegin á sama skilti stendur "No surrender". Á hesum leiðum veittra viðhaldsfólk hjá norðurírska fótbóltslandsliðnum eisini við ymsum øðrum bretsktvinarligum fløgg...

Fløgg og fótbóltur

Skoti á Tinghúsvøllinum 2007 (Mynd: Ole Wich) Flestu okkara kenna myndirnar av málaðum viðhaldsfólkum hjá einum fótbóltsliði. Og stuttligt er tað. Vit síggja tey í sjónvarpi, innan- og uttanlands. Hóast ætlanin er bæði friðarlig og vinalig, er tað sum á hermótinum. Stríðandi partarnir savnast undir hvør sínum merki og herðrópi, og merkismenn vísa vegin og sláa tónan, tá rópast skal. Í Skotlandi er í størri mun enn hjá okkum siður at møtast og hita upp undan landsdysti. Myndina av væl brynjaða skotanum tók Ole Wich á Tinghúsvøllinum í Havn. Allur vøllurin var prýddur við fløggum og merkjum, ið søgdu, at her ráddu skotar. Skotski siðurin at hita upp innan liðini bresta saman á vøllinum, førdi við sær størri ølsølu enn nakar fyrr hevði hoyrt um í Havn. Alt er hetta partur av eini fótbóltsmentan, har symbolini og fløggini eru tey sjónskastu.

HEIMLEYS VITAN

Tíðargrein, Sosialurin 29. januar 2008: "Hvat skal eg gera?" sigur lærarin ráðaleysur. "Tey eru sekstan ára gomul, vita alt um internetið, men duga ikki at halda einum blýanti. Hvat skal eg gera?" tekur lærarin uppaftur og suffar. Orðini fella í einari modernaðari skúlastovu fyri jól. Ein heilan fyrrapart hevur flokkurin við sjáldsamari fynd skift orð um teldutøkar miðlar, spøl og film. Næmingarnir eru sjáldsama væl fyri og duga at venda og snara hvørjum smáluti í filminum um Borat og telduspælinum World of Warcraft . Men tíðindi lurta tey ikki eftir. Lesa ikki bløðini og luttaka ikki í bókligu mentan skúlans. Meðan frægari er við gentunum, eru dreingirnir bókliga ómælandi. Mált eftir skúlans alin eru hesi ungu virðisleys, outcasts . Uttan at seta orð á støðuna, eru tey fullgreið um teirra skúlaliga ódugnaskap. Ávegis til vitanarsamfelagið, eru tey heimleys. Skúlin gevur teim ikki innivist, tí hann dugir ikki at máta teirra førleika. Hann er ikki á nakrari tímatal...

Millum Jennings og Jethro

Mítt fløgusavn er skipað eftir bókstavaraðnum. Undir bókstavinum J finna vit Jensen. Har stendur fløgan September í bjørkum sum kanska eru bláar , tí upphavsmaðurin eitir Jensen, Carl Jóhan Jensen. Eftir bókstavaraðnum er Jensen settur millum fyrst Jennings og síðani Jethro. Fullu nøvnini eru Waylon Jennings og Jethro Tull. Mitt millum hesar fløgur, ið kasta langan skugga, stendur Carli. Í mínum savni er tað ikki ein vána staður. Tvørímóti. Waylon er ein av teim útilagnu á heiðini, meðan Jethro Tull er ein av mentanarligu løðarsteinunum, sum ungir havnamenn sprungu á, tann tíð tað var. Og tá Carli kemur á vitjan, vil hann hoyra Jethro Tull. Skaldskapur er frálíkur á fløgu. Klassikarin er A Century of Recorded Poetry in their Own Voices , har yrkjarar sjálvir lesa á fýra fløgum. Ein varði og hvør í sínum lagi tíðartinnur eisini. Carli, einsamallur, er ikki verri. Í kvøld heiðra vit honum við teimum fimmti. Tillukku!