Á trappuni í Gøtu kirkju peikar Sámal Ravnsfjall á nøkur álvarslig viðurskifti í føroyskari mentan, meðan Ian Anderson áhugaður lýður á. Á niðaru myndin fær Rani Nolsøe Ian Anderson at signera plátuhúsan "Benefit" (Myndir: Birgir Kruse)
Í grein í Punktum.fo í Dimmalætting 19. mars 2008 vil Carl Jóhan Jensen verða við, at Listastevna Føroya skapti mentanarlig innsig og útsig.
Í grein í Punktum.fo í Dimmalætting 19. mars 2008 vil Carl Jóhan Jensen verða við, at Listastevna Føroya skapti mentanarlig innsig og útsig.
Listastevnan var hildin í fimm ár á rað, seinastu ferð í 2005, og fekk alla tíðina góða undirtøku. Hvørt ár vóru í miðal eini átta túsund fólk til tey ymsu tiltøkini. Men trupult var hjá Norðurlandahúsinum at vera einsamallur ábyrgdari.
Næstseinasta árið, í 2004, vitjaðu Jethro Tull í Føroyum. Eftir útferð í Klaksvík høvdu teir útselda konsert í Norðurlandahúsinum.
- Listastevnan fekk tó sannað (og tað so dyggiliga), at við mentanarlívinun er tað ikki øðrvísi enn við sundum og firðum. Har sum innsig er, har verður eisini útsig. Helst mundi listastevnan tey fimm árini, hon varð hildin, breiða meiri vitan út í heim um føroyska mentan, enn øll tjúgunda øld tilsamans, sigur Carl Jóhan Jensen í greinini "Innsig og útsig" í Punktum.fo í Dimmalætting 19 mars 2008.