Skip to main content

Hvussu nær kann mann sleppa?


Glen Campbell fangaður á palli í Hammersmith og Hank Marvin í Viborg (Mynd: Birgir Kruse)

Ofta er bannað at taka myndir tá konsertir eru. Bert akkrediteraðir fotografar sleppa at taka myndir fyri ávís bløð, og bert tá konsertin byrjar. So skulu teir út.

Tí er freistandi hjá fjepparum at finna markið, og royna at taka myndir allíkavæl og serliga at finna framm til, hvussu nær tú kanst sleppa stjørnunum, uttan at verða blakaður út.

Einaferðina stóð eg bara fáar metrar frá Paul McCartney og sang kór til "Let it Be". Tað var stórt. Men einki kamera varð at goyma løtuna. Kendi meg sum tann, ið misti heimsins stórsta laks.

Men ráð eru fyri tí. Í Viborg latst eg tosa í fartelefon og gekk mær heilt upp til pallin. Nonsjalant setti eg telefonina á kantin og við honum sum undirlagi, tók eg myndina av Hank Marvin. Óbetalilig í mínum savni. Tað var meðan Shadows høvdu teirra "Farwell Tour". Telefonin var ein Sony Ericson S710 1,3 MP.

Í Hammersmith, London, nýtti eg eitt Panasonic Lumix DMC FX7 5MP at fanga Glen Campbell, sum eisini var á einum farvæltúri. Kanska sigur tað nakað um aldurin á teimum, ið íðka hesa ítrótt.

Í báðum førum varð eg rikin burtur við hóttan um at verða settur á dyr. Men filmin kundu tey so ikki krevja rullaðan út úr kameranum. Talgilda staðfestingin varð goymd á eini flís í cyberspace til ævigar tíðir. Ja, næstan...