Skip to main content

50 tímar av føroyskum filmi


Ovast sæst ein ferðabúgvin Uni Leitistein Hansen, ið hevur pakka hálvthundrað tímar av føroyskum filmi í átta Eik-taskur. Niðri undir sæst Andrias Klein við filmum hjá ommubeiggjanum Juliusi Høgnesen, apotekara úr Oyndarfirði

Á triðja sinni eru filmar savnaðir kring landið til verkætlanina Føroyskar Søgur. Uni Leitistein Hansen frá Substanz Nordisk Film hevur savnað umleið 50 tímar av filmi, sum hann hevur pakkað í 8 Eik-taskur.

”Ongantíð áður hava vit fingið so nógv og gott tilfar inn til eina einstaka verkætlan", sigur Troels Uhrbrand Rasmussen, stjóri í Substanz Nordisk Film, sum stendur fyri filmsverkætlanini .

”Eg rokni við, at fleiri sannar filmsperlur eru komnar við”, sigur Uni L. Hansen, ið er samskipari og nú fer at skriva handritið til DVD-framleiðsluna hjá Substanz Nordisk Film.

Millum tey, sum hesaferð hava latið verkætlanini filmar, eru Jákup Andrias Arge. Hann hevur latið hópin av sera áhugaverdum upptøkum, ið eru gjørdar í 1950-árunum og frameftir. Pusse, sum hann vanliga verður nevndur, hevur klipt saman veruligar filmar um ymiskt í Føroyum.

Søguligar filmsupptøkur frá Julius Høgnesen (f. 1876) apotekara úr Oyndarfirði eru eisini fingnar við. Hann royndi seg við filmstólinum so tíðliga sum í 1930-árunum, møguliga longu fyrr.

Julius var yngsti sonur Clement Høgnesen og Marin Malenu Jacobsdatter av Biskupsstøð í Klaksvík. Tey fingu 9 børn og búsettust í Víkum í Oyndarfirði, har tey høvdu hin stóra Víkahandilin, sum brendi í 1973. Handilsvirkið hevði úthandlar í Fuglafirði, Elduvík og við Gjógv.

Julius Høgnesen fór ungur av landinum, lærdi til apotekara og giftist Signu, sum var úr Sveis. Hann hevði myndatól og tók bæði film og myndir. Julius og Signa búðu eina tíð í Sveis, men fluttu so til Keypmannahavnar, men vitjaðu ofta í Føroyum, har Julius tók film og myndir. Tey fingu eingi børn. Julius er avmyndaður saman við pápanum á bls. 131 í bókini "Úr Oyndarfjarðar søgu" (Freydis Poulsen 2004).

Onnur, ið hava latið verkætlanini filmar, eru Heini Olsen, Áki Dimon, Richard L. Thomsen, Helgi Lervig, Sten Balle og Turid Láadal Sejersdóttir. Harumframt eru søguligar filmar av Fornminnissavninum og Sjónvarpinum eisini komnir við.

Eik stuðlar verkætlanini.