Skip to main content

An Inconvenient Truth - Tvørligur sannleiki


Forsíðumynd hjá Dimmalætting 1. apríl 2008, sum David Nilssen tók og Ole Wich viðgjørdi. Niðara myndin er úr aktuella filminum “An Inconvenient Truth”, har Al Gore heldur fyrilestur um veðurlagsbroytingar

Virðislønti heimildarfilmurin hjá Al Gore “An Inconvenient Truth” (2006) er tøkur á Býarbókasavninum í Havn. Filmurin, ið varir 100 minuttir, er ókeypis at lána á DVD. Einasta krav er at tú hevur lánarakort. Tað er fólkaupplýsing sum vil nakað!

Hóast Al Gore (f. 1948) hevði flestu atkvøðurnar, staðfesti amerikanski hægstirættur at George W. Bush var rætti forestin. Síðani hevur Al Gore ferðast víða at siga frá um veðurlagsbroytingar. Úrslitið sæst í filminum “An Inconvenient Truth”, sum meiri enn nakað annað einstakt avrik hevur skapt áhuga og kjak um hetta torskilda evni. Tí fekk filmurin Friðarvirðisløn Nobels.

Bráðnar grønlendski innlandsísurin, hækkar havið seks metrar, sigur Al Gore í filminum. Men í vikuni vísti Dimmalætting at siga, at hetta er undirmett. Við støðu í tveimum álítandi kanningum sigur Dimma, at talan er um heilar sjey metrar. Tá fløðir langt niðan í Havnina, sum myndin frá Dimmu vísur. Eitt nú fløðir upp í vindeyguni hjá løgmanni, væl upp á Tryggingina og heilt niðan til Føroyabanka í Steinatúni.

Millum tær fleiri enn tjúgu virðislønirnar, sum filmurin “An Incinvenient Truth” longu hevur vunnið, eru tvær Oscarvirðislønir og ein Emmyvirðisløn. Hetta eru greið boð um, at heimildarfilmur er komin til heiður og æru.

Umframt barnafilmar og nýggjar spælifilmar, eru heimildarfilmar hjá Michael Moore og Ullu Boje Rasmussen í DVD-savninum hjá Býarbókasavninum. Fleiri enn 500 filmar eru til láns og hvørja viku leggjast nýggir afturat. Til ber at lána fimm vaksnamannafilmar og tveir barnafilmar hvørja ferðina. Aldursmarkið fyri vaksnamannafilmar er 13 ár og lánitíðin er í báðum førum sjey dagar.