Andrias Klein kagar í sjáldsama myndatólið hjá ommusystrini Henriettu úr Oyndarfirði. Á niðaru myndini sæst framsíðan á tólinum og myndirnar standa á borðinum til vinstru.
Í sambandi við filmsverkætlanina Føroyskar Søgur eru søguligar upptøkur hjá apotekaranum Juliusi Høgnesen (f. 1876), sála, komnar undan kavi í Oyndarfirði. Julius tók film í bygdini í 1930’unum og seinni.
Ikki minni forkunnugt er eitt myndatól, ið nevnist stereoskop við still-myndum so gomlum sum frá kongavitjanini í 1907.
Tað var systir Julius, Henrietta Susanna Høgnesen (1871-1964), sum var kassadama í Messen í Keypmannahavn í 40 ár, ið hevði hetta sjáldsama myndatól við sær, tá hon flutti heim eftir kríggið.
Merkið er Le Taxiphote, Stereo-Classeur Distributéur Automatique. Sum flestu onnur dygdar myndatól er hetta gjørt í Sveis, har bróðurin Julius varð giftur.
Henrietta fekk fortjenestemedalje fyri drúgva og trúgva tænastu í Messen. Hon er avmyndað saman við kongi og prinsessunum í bókini "Úr Oyndarfjarðar søgu" (Freydis Poulsen 2004) á blaðsíðu 139.
Í stereoskopinum eru allar myndir dupultar, ella tvinnar, og tykjast tí hava serliga livandi dýpd, ella 3-D effekt, tá hugt verður í tólið.