Skip to main content

Thawshavn - ein viti á Tinganesi

Vitin, ein mastur við lasaraljósi, sum Ole Wich rópar "Thawshavn" , stendur ytst á Tinganesi (Mynd: Ole Wich)

Listamaðurin Ole Wich tendrar í kvøld, fríggjakvøldið 4. apríl 2008 klokkan 21:00, laserljósið í eini 7 metrar høgari mastur, sum hann hevur sett upp ytst á Tinganesi. Ljósið í hesum sjáldsama vita skal vísa, hvar vatnskorpan verður, um grønlendski innlandsísurin bráðnar.

Heitið á hesum listarliga umhvørvisátaki er Thawshavn. Tiltakið verður samstundis sum The TransAtlantic Climate Conference verður í Norðurlandahúsinum 7-8. april, har m.a. Al Gore heldur fyrilestur.

- Eg haldi tað er fantastiskt, at lyftir tú eitt lasaraljós hasar sjey metrarnar, so lýsur tað beint á mannin, sum skuldi havt undirskrivað Kyotosáttmálan, sigur Ole Wich við Dimmalætting.
Tiltakið Thawshavn hevur hesa heimasíðu: http://www.olewich.com/thawshavn