Besta aprílsøgan: Í fullsíðulýsing í USA Today lýsti Burger King í 1998 við einum burgara til vinstrhent.
Í dag verða mong send apríl. Ársins fjórði mánaður plagar at byrja við at senda ella lokka onnur apríl. Summar søgur hava verið stuttligar og hugvekjandi, meðan aðrar hava verið heldur enn ikki býttar.
Vikublaðið vil í morgun vera við at í Alabama broyta tey støddfrøðiliga virði á Pi til 3 og í Keypmannahavn sigur FCK, at tey hava keypt poppsangaran Erann DD. Umframt at verða framherji, skal hann draga kvinnur til keðiligu dystirnar.
Einaferð, tá Útvarpið var nýtt, fortaldi útvarpsstjórin um eina ísbjørn, sum varð rikin á Havnina. Sjálvandi skuldu øll síggja hana. Og einaferðina fortaldi Útvarpið, at kanónirnar á Skansanum skuldu roynast. Tí máttu øll koyra vindeyguni upp, tí undirtrykkið kundi elva til at vindeyguni vórðu sogin út. Serliga í nánda av Skansanum. Samanumtikið hevur Útvarpið verið framúr at lokka fólk apríl á ein stuttligan hátt.
Ein hin besta aprílsøgan uttan úr heimi, var tá Burger King í 1998 lýsti í blaðnum USA Today við einum serligum Whopper-burgara til tey, sum eru vinstrhent. Sagt varð í fullsíðulýsingini, at burgarin var eitt tilboð til tær 32 milliónirnar í Amerika, ið eru lámar. Sagt varð eisini at alt tað sama var latið í nýggja burgaranum. Tó var innihaldið snarað 180 stig, so hin vinstrhenti lættari kundi eta.

Hóast Burger King dagin eftir vísti á at hetta var ein aprílsøga, spurdu túsundir eftir vinstrhenta burgaranum. Marknaðarkanningar vístu eisini, at høgrhent samstundis spurdu eftir ”their own right handed version”.
Kanska bendir henda søga á at brúkarin kennir ikki mun á veruleika og fiktión. Hann verður lokkaður apríl hvønn dag :-)
Millum aðrar góðar aprílsøgur uttan úr heimi, er floytandi gularótin, sum Tesco lýsti við í Sun 2002. Genmodifiseraða gularótin floytaði, tá hon var kókað, segði Tesco 1. apríl hetta árið.