Skip to main content

Lygnnes ella Lignes?



Signar Djurhuus við skeltinum, ið gevur húsinum navn "á Lignesi". Gamla skeltið verður ikki koyrt á ruskdungan, sigur hann. AWI báturin hjá Jákupi Dam ber eisini heitið "Lignes" (Myndir: Birgir Kruse)

Kollafjørður er longsta bygd í Føroyum. Rímiligvis, eru nógvir býlingar, hvør við sínum navni. Heilt frá hvalastøðini Spermi, uttanfyri Signabø á sunnara armi á fjørðinum og norður í Sund, ið er býlingur norðan fyri Kjalnes út móti Tangafirði.

Yvir av gomlu hvalastøðini, miðskeiðis millum býlingin Langasand, har timburhandilin er, og býlingin við Sjógv, er staðurin á Lygnnesi.

Á gomlu húsunum hjá Erhard Dam, sum Signar Djurhuus nú eigur, stendur skeltið við áskriftini á Lignesi. Signar, ið klæðir húsini av nýggjum, sigur, at gamla skeltið framhaldandi fer at standa á húsunum.

Jákup Dam, bróðursonur Erhard, sigur at fólk hava verið ymisk á máli um stavsetingina og týdningin í staðarnavninum.

Í telefonbókini stendur Lygnnes, tí sagt varð at út fyri nesið kundi verða logn og harav heitið Lygnnes. - Men eg havi eisini hoyrt eldri menn her á staðnum mótmælt, tí her var aldri logn. Tvørturímóti vildu teir vera við, at navnið sipar til Líðina. Ein danskur prestur skal so hava umsett føroyska heitið til danskt. Burtur úr er so komið Li, sum er brongla til Lignes.

Umframt skeltið á gomlu húsunum, sæst sjáldsama stavsetingin eisini á AWI-bátinum hjá Jákupi í bátahylinum í Kollafirði.

Kollafjørður er partur av Tórshavnar kommunu. Nakrir býlingar í Kollafirði eru á Langasandi, við Kópastein, á Lygnnesi, í Líðini, við Sjógv, í Homrum, á Todnesi, á Miðgerði, á Kjalnesi og norðuri í Sundum.