


Kommunvalið 2008 er av og í Havn er býarstýrið 2009-2012 skipað og nevndir valdar. Eftir ársskiftið taka tey valdu við býarstýrinum. Tá hevur Havnin verið fólkavald kommuna í 100 ár.
Valkvøldið sendi Sigrún Brend úr Ítrótarhøllini á Hálsi. Tað var bara heilt hugnaligt, hóast politikarar, umsiting og fjølmiðlar sjálvdan eru samd um at geva hvørjum øðrum arbeiðsnáðir. Og kanska er tað her at sjálvur kjarnin í fólkavaldu hugsanini er grivin.