Skip to main content

Asta í morgunljósi


Kioskin hjá Astu í morgunljósi á veturi, útsýnið niðan á Vaglið og Havnar kirkja sæð av Boysensgarði (Myndir: Birgir Kruse)

Fyri fyrstu ferð í langa tíð er skil á veðrinum. Í ein tíma ella so, kanst tú fegnast um liggjandi veðrið, tí tað er støðugt og til ber at tosa um tað við nýtiligum orðum, sum onnur enn veðurfrøðingar skilja. Tú kanst eygleiða og gera eina meting av veðrinum, júst so sum tað er og meðan tað er.

Tað er sjáldsamt.

Tí tók eg hesar myndirnar á Vaglinum í dag, frá kioskini hjá Astu og framvið Boysensgarði, har Perlan stóð.