Skip to main content

Slumdog Millionaire


Bretski filmurin á hindi máli Slumdog Millionaire hevur vunnið tað, ið vinnast kann á øllum heimsins filmsstevnum. Gjáramorgunin, okkara tíð, ruddaði hann borðið hjá Oskari og teimum í Hollywood.

Tá filmar verða tilnevndir Oscarvirðisløn skulu fleiri túsund fólk hava avrit av filminum at síggja. Screeners, tey rópa. Soleiðis koma flestu nýggju filmar beint á svarta marknaðin og gerast kjakevni.

Hetta er bæði gott og ringt, tí upphavsrætturin verður ikki virdur, men hinvegin er hetta frálíkt fyri fólk sum hava áhuga fyri filmi, men búgva soleiðis fyri at tey ikki síggja tílíkan film.

Hvussu er og ikki, mánakvøldið, samstundis sum Oscartíðindini fóru um allan heim, sá eg filmin Slumdog Millionaire.

Og eg undrist sáran.

Søgan er um ein ungan drong í Mombai, sum vinnur í spurnarkappingini Hvør vil verða miljóningur. Korrupta løgreglan tekur dreingin, tí prógv sigast verða fyri, at hann skal hava snýtt í kappingini. Og kanska hevur verturin eisini snýtt. Og kanska hevur hann, verturin, glúpskar bakmenn í indisku undirgrundini. Og aftanfyri alla søgugongdina er leitanin eftir barndómskærleikanum Latika.

Filmurin ger vart við stættarmun og mutur í heimliga samfelagnum. Eftir at hava sæð filmin undrist eg hvør hevur mutrað Hollywood og allan filmsheimin, so henda tunnliga søgan fær styrki og kemur fram alla staðni.

Sum filmisk frásøgn er gongdin ikki spennandi. Tey bæði ungu, drongur og genta, fáa til endans hvørt annað, men so er ikki meir at siga um tað.

Tað undarliga góða í filmisku søguni úr Mombai, vit kunnu kallað tað síðuspor ella ágóði úr hjáveiðu, hoyrir til eina aðra filmiska frásøguhevd. Tað er hin dokumentariska, heimildarfilmurin. Her hevur søgan úr Mombai sína styrki.

Vit fáa innlit í hvussu fátækrabørn og familjur teirra liva og verða viðfarin á okkara døgum. Beint her og nú. Tað er styrkin í søguni, sum mált eftir hesari alin verður litrík og viðkomandi. Styrkin í filminum er hin samfelagsliga viðmerkingin og bert í lítlan mun sum listarligt filmsverk.

Bestur er filmurin í endanum, tá øll tey leikandi savnast á tokstøðini í Mombai og syngja og dansa – ein litfagran sang, sum eisini vann ein Oscar.

Útferðin til Bollywood eitt mánakvøld í Havn var undrunarverd. Eftirsmakkurin eitur mutur.