Við Føroya mest umrødda og samstundis turrasta bolla fóru vit á flog í morgun. Frá byrjanini, tá Atlantsflog setti serføroyska matin og gestablídni á skránna, serliga við hinari heimligu rullupylsuni, er gastronomiska fallið stórt. Flogfelagið kann í dag bjóða ein turran og seigan bolla við onkrum ódefinerligum innan í. Pakkaður í plast og tískil fuktigur eisini. Tímir tú at bíta og slíta við hetta kleimna deiggið eina løtu omanskýar, so væl í gagnist. Spell, at prísirnir ikki fylgja hesari gongdini, sum er beint niður.