Ovast síggjast Fríðrikur Bláhamar, formaður í Bragdinum og Hans Pauli Strøm, landstýrismaður. Sum sæst er 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu stuðul hjá Bragdinum. Síðani tríggjar myndir frá startinum og tvær myndir av vaksnu vinnarunum (Myndir: Birgir Kruse)
Eftir festligan hornblástur og framúr góðu flaggdagsrøðuna hjá Hans Andrias Sølvará, skipaði Bragdið fyri renning, har børn, vaksin og arbeiðspláss luttóku. Í góða veðrinum runnu fleiri enn 600 og ein stórur hópur var savnaður at hyggja og taka myndir. Tey 23 árini Bragdið hevur skipað fyri Flagssdagrenningini hevur teinurin, ið byrjar á Vaglinum og er sjey kilometur langur, verið nærum hin sami. Børnini renna 1,8 km. Vaksnu vinnararnir vóru Guttorm Sørensen úr Treystinum í Klaksvík og Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum í Havn.