Gummistivlar, runa og neyt eru avgerandi tættir í útsynningsjytsku tilveruni. Til endans tekur mýrin alt. Eisini rættartrygdina.
Í kvøld var eg og hugdi at danska filminum Frygtelig lykkelig. Eins og í førinum Kunsten at græde i kor er tað Erling Jepsen, ið er høvundur at skaldsøguni, sum filmurin byggir á. Hesu ferð er eingin undirtekstur, tí talan er ríkisdonsk. Leikstjóri er Henrik Ruben Genz.
Hóast Erling Jepsen er føddur í Gram, vigar hann nógv í nútíðar donskum dramatikki og skaldskapi. Ikki minst í sendingini Smagsdommerne hjá danska sjónvarpinum.
Kunsten at græde i kor verður sumstaðni søgd at vera sjálvævisøgulig bók hjá Jepsen. Sami turt konstaterandi og ósentimentali tóni av bygd í Danmark gongur aftur í hesum nýggja filmi úr Útsynningsjytlandi.
Filmurin hevur vunnið flest allar virðislønir í Danmark, so ikki kann sigast annað enn at biografgangarin har í landinum hevur tikið søguna til sín. Og harvið bygdarumhvørvið og stilla lívið har.
Tað er frálíkt, at seta bygdarlív á skránna. Heilt frá Springsteen til Jepsen hómast ein frásøguligur slektskapur, sum setur fastlæstu bygdasligheitina, nothing ever happens, í hásæti.
Frásøgusnildini er einføld. Til dømis síggjast innrammaði Bíbliuskriftstøð á vegginum í sentralum scenum í filminum Frygtelig lykkelig. Helst hava tey altíð hingið har. Staðbundnu lýsingarnar - húsini, vegirnir og mýrin - eru so framúr ektaðar.
Men leikluturin hjá Kim Bodnia sum kanska bad guy og í hvussu er kovboy er ivasamsur og dramaturgiskt óforloystur. Saman umtikið er søgugongdin ójøvn og í summum førum beinleiðis fjákut. Men endin bjargar bæði søgu og filmi.
Eins og í lagnusøgum Hitchcocks snarar alt í endanum, fangar høvuðsleikaran á skeivum beini og setur alt tað sagda í nýtt ljós. Lagnan finnur teg og saman finna øll sítt pláss kring borið, har kortini verða givin í lívsins stóra spæli. Eisini í Útsynningsjútlandi. Gud forbarmi seg fyri bygdarlívinum har.
Eftir at hava sæð tríggjar djúpt subversivar filmar, ið staðfesta eina ivasama rættartrygd í dagsins Evropa, eru útlitini fyri fjálgt poetiskum bygdalívi í Fugloy mest sum burtur.
Sambært turkiska filminum 3 Monkeys, italska filminum Gomorra og danska filminum Frygtelig lykkelig er eingin rættartrygd í Evropa í dag. Í turkiska filminum er loyvt at fara í fongsul fyri ein annan, í italska filminum verður almenn menningarhjálp brúkt til reina korrupsjón og í danska filminum av jútsku heiðini er løgreglan til fals. Teir drepa og snýta frá hond. Læknar, prestar og handilsmenn eisini.
Mett út frá hesum trimum filmunum undir fyrstu Vársól í Havn er lívið á bygd vorðið hættisligt. So hættisligt, at útlitini eri mest sum eingi - uttan vápn og korrupsjón.