Skip to main content

SIC gera klárt til stóra biltúrin



SIC á Tjóðpallinum í Tórsgøtu hóskvøldið

Teir í SIC gera klárt til stóra biltúrin gjøgnum miðbýin í Havn. Frumframførslan, í ljóði og myndum, verður á Tjóðpallinum á midnátt Mentanarnáttina 2009. Tiltakið er alment og ókeypis. Dyrnar verða latnar upp kl. 23:45.

Í skránni fyri tiltakið stendur hetta at lesa:

Á miðnátt mentanarnáttina 5. juni 2009 fer bólkurin SIC at framføra eitt tónleikaverk, sum 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu hevur bílagt. Verkið tekur støði í einum filmaðum biltúri frá R.C. Effersøesgøtu, gjøgnum miðbýin og út á Velbastaðvegin, har kirkjugarðurin er.

Tað er landsverkfrøðingurin, ið hevur filmað biltúrin í 1977. Tá tónleikaverkið verður frumframført á Tjóðpallinum verður filmurin sýndur aftirvið.

Bílagda verkið hevur fingið heitið ’100 ár – 1000 sár’. Í enskum hami verður tónleikaverkið við á komandi fløguni hjá SIC og fær tá heitið ’Chained & Restrained’.

- Eg má viðganga, at hetta er tað feitasta, mest intensa og Sic-asta lagið vit hava gjørt. Tit vildu hava tað vilt, og tað fáa tit fyri allar pengarnar, segði ein væl nøgdur Eddie Jacobsen vegna bólkin SIC, tá ein partur av verkinum varð framførdur á pressufundi á ráðhúsinum. Dagin eftir fór bólkurin SIC á drúgva konsertferð í Evropa.

Tónleikaverkið ’100 ár – 1000 sár’ verður frumframført fyri almenninginum á Tjóðpalli Føroya á miðnátt 5. juni 2009.