Charley Pride og sonurin Dion. Eins og bróðurin Stephen fara teir at syngja og spæla á pallinum í Ítróttarhøllini á Hálsi (Pressufoto) Sunnukvøldið 22. november 2009 kl. 18:00 fer Charley Pride á pallin í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Samstundis hevur Hallur Joensen útgávukonsert við einum nýggjum føroyskum Charley Pride sangi. Tað eru HB-Stuðlar, ið skipa fyri stóru countrykonsertini, har eisini beiggi Charley Pride, Stephen, og sonurin Dion, fara at framføra egnar sangir. Eins og snella, lívflýggj og hýsa, er navnið Charley Pride ein inngrógvin partur í teirri føroysku orðabókini, sum enn livir millum grótlagaðar permur á bygd. Ja, vit kunnu fara innar í kovar í somu langfarabygdum og finna Charley Pride millum salt, grýn og aðra húsarhaldsvøru. Tí tað er júst tað, ið Charley Pride er í Føroyum – húsarhaldsvøra. In the Middle Of Nowhere á sjógvi og landi, her vit royna at búleikast. Tað vóru langfaramenn, sum longu í sekstiárunum góvu okkum ikki bara fisk, men eisini dagsins gramm...