Jógvan Eli Dam filmar samrøðu við Charley Pride í Sandavágs kirkju(garði) og á Parnassinum á Hotel Hafnia. Mittasta myndin er av Loganflogvøllinum í Dublin (Myndir: Asbjørn Knudsen og Allan Samuelsen)
Ávegis til Havnar steðgaðu vit við Sandávágs kirkju. Avtalað var at fáa eitt prát við Charley um andaliga partin í hasara mongu útgávum. Á plátufelganum RCA er tað bara Elvis, ið hevur selt fleiri plátur. Charley dámdi einki at vitja eina kirkju, har gravir eisini vóru. Orsøkin var heilt persónlig og knýtt at mammuni, sum hóast hon átti 11 børn, doyði ung.
Men so møtti Charley 11 ára gamla Conradi Dahl Lauritsen úr Sørvági. Saman við ommunu vitjaði hann gravirnar hjá langommuni og langabbanum. Tey fingu eitt hugaligt prát og nógvar myndir. Tá bussurin koyrdi avstað, segði Charley, at kanska fer Conrad at minnast hesa løtu tá hann verður vaksin.

Á niðastu myndin fær Charley til gávus fløgusavn um svartar sangarar, ið hava verið frammi innan country. Av hesum er Charley hin størsti. Hann kendi og hevði hitt flest allar svørtu sangararnar á fløgunum.
Jógvan Eli Dam stóð fyri sjónvarpsupptøkunum, heilt úr Dublin á morgni og heim til Havnar, har Charley Pride skal spæla sunnukvøldið. Bæði reportasjan um Charley og konsertin í Ítróttarhøllini verða sendar í sjónvarpinum á jólum.