Skip to main content

Charley kom, sá og sigraði!




Størsta løtan í Ítróttarhøllini á Hálsi var ivaleyst tá ið Hallur Joensen og Charley Pride sungu Kiss An Angel Good Morning á enskum og føroyskum. Síðani er Charley avmyndaður saman við Heðini Mortensen og Jógvani Arge, sum vegna Tórshavnar býráð bjóðaði Charley og áhoyrarum vælkomnum til konsertina. Niðaru myndirnar eru tiknar av fremstu røð, mitt fyri pallinum, meðan Hallur syngur úr nýggju fløguni Smile. Charley var serstakliga hugtikin av framførsluni (Myndir: Jákup Simonsen)

Tað var ein frálík konsert við øllum Pride'unum í Ítróttarhøllini á Hálsi sunnukvøldið. Tó, Hallur Joensen legði fyri og síðani kom bróður Charley, Stephen Pride, hin yngsti av 11 úr húsinum hjá Pride og teimum. Fimti og seinasti sangurin var ein frálík útseting av George Jones klassikaranum He stopped loving her today. Stuttligt at síggja trummusláaran Derek Spigener í hesum setti, ja alla tíðina. Í berari spæligleði smittaði hann alla høllina. Soleiðis tyktist tað mær, haðani eg seg sat á fyrstu røð, mitt fyri. Eftir Stephen kom sonur Charley, Dion Pride. Hann rokkaði alt húsið upp á kók. Treiv eisini í gittaran og knallaði nakrar heftigar rútmur út í kókandi salin. Eins nógv rokk og blues, sum country. Hetta var fantastiskt og setmningurin var í topp tá pápin og høvuðsnavnið Charley kom á pallin. Vælhýrdur og skemtingarsamur, men mest av øllum við einari rødd, sum hann so fullkomuliga hevur tamarhaldið á. Ein djúp og rík barriton rødd við fyllu, kenslu og liti. Men mest av øllum - beherskað. Hóast hann hermdi eftir Slim Whitman og jodlaði eina stutta løtu, var einki til yvirmáls. Alt ver eftir einum greiðum showmanship mátahaldi. Og allíkavæl fingu vit eitt show, sum fór allan kringin runt. Tað var bert í tí eina jólasanginum at Charley tyktist ikki at minnast tekstin. Men eg veddi uppá at hann gjørdi tað við vilja, tí hetta var ikki ein sangur, ið ikki lá næstur hansara hjarta. Umframt sjálva konsertina, komu einir fimm tímar av práti í kassan hjá sjónvarpinum leygardagin og sunnudagin. Frá fyrstu løtu uppdagaði eg at Charley er ein skemtari. Ein glaður skemtari. Og tvífalt glaður gjørdist hann at merkja gleði okkara afturímóti.