The SteelDrivers á palli í The Station Inn. Mike Henderson spælir á national guitar og mandolin, fer av pallinum eftir lokna konsert, festir sær í eina sigarett og niðast saman við konuni, ið tryggjaði okkum eitt gott kvøld (Myndir: Birgir Kruse)
Nýggi superbólkurin á bluegrassheiðini er The SteelDrivers. Hin lítillátni, men hartsláandi bluesgittarleikarin Mike Henderson er leiðari í bólkinum. Mike hevur fyrri givið út eina røð av spennandi fløgum á Dead Reckogning og Rounder Records. Hansara harða elgittarspæl hóvar mær væl. Men eisini tá hann tekur mandolinina ella national steel gittaran og slær á meiri klingandi tónar úr akustisku bluegrasshevdini. Tað gjørdi hann í kvøld. Og góða rødd og ein undirspældan humor hevur hann eisini.