Skip to main content

Føroyar - Gibraltar


Atgongumerkjasølan er byrja í Gibraltar (Mynd: Elisabeth Kruse)

Merkið sást á uppsløgum í Gibraltar í dag. Orsøkin er ein fótbóltsdystur millum Føroyar og Gibraltar, sum er lýstur at vera fríggjakvøldið 11. mars.

FSF-heimasíðan boðar frá, at fyrst í mars fer føroyska A-landsliðið á venjingarlegu í Malaga í eina viku. Umframt nógvu tímarnar við venjing fer føroyska landsliðið eftir ætlan eisini at leika tríggjar dystir. Tveir av dystunum verða væntandi móti fótbóltsfeløgum, sum eisini eru á venjingarlegu, meðan seinasti dysturin verður móti landsliðnum hjá Gibraltar.

22 leikarar eru úttiknir til venjingarleguna, sum verður í døgunum 4.-12. mars. Tó at talan er um eitt sera ungt lið, har miðalaldurin er um 24 ár, er Øssur Dalbúð einasti leikarin, sum ikki hevur verið í landsliðshópinum áður. Tískil verður serliga áhugavert at síggja unga áleyparan, sum skeyt 13 mál fyri ÍF í fjør, royna seg á A-landsliðnum,

Brian Kerr, landsliðsvenjari, hevur tikið hesar leikarar út til venjingarleguna:

Jóhan Troest Davidsen, Einar T. Hansen, Jann Ingi Petersen, Jústinus R. Hansen, Bogi Løkin - NSÍ
Meinhardt Joensen, Jónas Tór Næs, Christian R. Mouritsen - B36
Fróði Benjaminsen. Símun Samuelsen, Rógvi Poulsen - HB
Arnbjørn Hansen, Daniel Udsen - EB/Streymur
Atli Gregersen, Erling Jacobsen - Víkingur
Pól Jóhannus Justinussen - B68
Øssur Dalbúð - ÍF
Hjalgrím Elttør - KÍ
Gunnar Nielsen - Manchester City
Jóan Símun Edmundsson - Newcastle
Danjál Davidsen - Aarhus Fremad
Rógvi Baldvinsson - Ålgård Stavanger

Fótbóltssambandið hjá Gibraltar skrivar, at Gibraltar skal spæla venjingardyst móti Føroyum. Dysturin verður spældur 11. mars kl 19:00. Føroyar hava verið limir í FIFA síðani 1988 og eru sterkasta mótstøðan sum Gibraltar hevur møtt. Gibraltar eru hvørki ikki limir í FIFA ella UEFA, men hava síðani 1997 kempa fyri at sleppa upp í part. Í 2000 sá út til, at Gibraltar hevði vunnið stríðið, men spaniólar settu tvøran fótin fyri. Stríðið helt fram til 2007, tá tað endaliga var staðfest, at Gibraltar ikki verður limur í FIFA ella UEFA - á hesum sinni í hvørtfall. Atgongumerki til dystin kunnu keypast í Petit Café, Victoria Stadium Sports Bar og hjá fótbóltssambandinum mánadagar og fríggjadagar kl 18-19. Atgongumerkini kosta 90 krónur. Børn undir 15 og pensionistar sleppa ókeypis. So um onkur er nærhendis Gibraltar, so er at skunda sær at keypa atgongumerki, nú sterkasta mótstøðan nakrantíð kemur á vitjan í Gibraltar!