Skip to main content

Martin og Ettesa brúgv



Martin Joensen á grafisku teknistovuni MJ Media millum Gilja í Havn í dag (Myndir: Birgir Kruse)

Í dag var eg sjálvur annar og vitjaði Martin Joensen. Ørindini vóru at taka eina portrettmynd til bók í kristni, sum starvsfelagin Karina Toftegaard ritstjórnar. Tá fall tosið inn á Ette og Ettesa brúgv í Vestmanna.

Fiskaútflytarin og høvundurin cand.phil. Christian Heinrich 'Henry' Ette (1872-1937) varð føddur í Keypmannahavn og búði 25 ár í Vestmanna. Ette skrivaði m.a. bókina "De tørlagte Færøer og Spiritussmughandelen". Tað er eftir honum at gamla brúgvin varð nevnd Ettesa brúgv. Martin, sum peikar á brúnna á gomlu myndini omanfyri, syngur um Ettesa brúgv á nýggju fløguni Kvøld. Í baksýni á somu mynd sæst trolarin Jóannes Fonsdal, seinni Sundaberg, ið fórst við Nýfundland 7. mai 1972. Trolararnir úr Hull, Kingston Amber við Malcolm Clark skipara og Othello við Frank Drewery skipara, bjargaðu føroysku manningini, sum taldi 38 mans. Teirra millum var Hendrik Jacobsen, sum eins og Karina, er starvsfelagi í nýggja vitanarstovninum, ið fær navn fyrsta dagin. Skipari á Sundabergi var Benjamin, Benni, Joensen. Niðri undir, á talvuni hjá Martini, sæst mynd av ommuni og til høgru sæst Arne Wurgler, ið syngur Martin á donskum.

Helgi Jacobsen, sum eisini er úr Vestmanna, skrivar søgu um bygdina. Leif Láadal, ið ritstjórnar Grams á Portalinum, endurgav fyri stuttum hetta brot úr Vestmanna søgu hjá Helga, har Henry Ette verður umrøddur í sambandi við handilin á Bakkanum:

Søgan um ølið gongur heilt aftur til 1880, tá Poul á Fitjunum bygdi handil og sethús á Bakkanum. Poul og sonur hansara, Jákup Hansen hjá Póli, høvdu loyvi frá myndugleikunum at bryggja og uppskriftin kom frá Vágsbotnshandlinum.

Áðrenn stóru broytingina í rúsdrekkalógini í 1906 var ivaleyst talan um sterkt øl, men eftir 1906 var bara veikt øl bryggjað. Bryggjaríið var í miðrúminum í kjallaranum í sethúsunum oman fyri vegin, men ølið varð selt sum øll onnur vøra úr sama bygningi, har Okkara nú hevur ølsølu.

Vanliga bleiv skonkt ella tappa við krana við diskin. Ølkrússini hjá Jákup hjá Póli vórðu kallað skonnart. Á krússunum var ein skonnart brend ella málað á. Skuldi maður hava meira øl, rópti hann vanliga: ”Eina skonnart afturat, takk!”

Mesta umrøðan av ølinum á Bakkanum kom frá danskaranum Henry Ette, sum búði í Vestmanna í 25 ár. Søgurnar um Ette siga, at hann var bersøgin og at hann var heldur váttligur. Í hvussu er í fyrstuni. Brádliga legði hann heilt av, í øllum førum at bestilla brennivín, skrivar hann sjálvur. Men ølið frá Jákup hjá Póli, sum hann kallaði ”Heimsins besta øl” drakk hann hvønn dag. Eisini eftir at hann var farin í hernað móti drykkju­skapi, smugling og øðrum illum, sum fólk kunnu lesa um í bókini hjá Ette De tørlagte Færøer og Spiritussmughande­len .

Men Ette var ikki tann einasti, ið helt ølið hjá Jákupi vera sera gott. Oliver Petersen búði í Toftum og hann hevði eina café, sum hann kallaði Café Biskopsmørk, hagar fólk kundu koma at sløkkja sær tostan. Café Biskopsmørk varð serliga nógv vitjað av bretsku hermonnunum undir seinna heimsbardaga.