Gjøgnum árini havi eg undrast yvir tolið hjá tónleikarum í høvuðsstaðnum. Hóast lyfti omaná lyfti um spælistøð, er einki komið. Samstundis verða vallir til líkt og ólíkt fíggjaðir úr somu pengakassum, sum kundu havt fíggja eins nógv spælistøð, fyri somu skattapengar úr somu lummum. Okkara.
Ólíka er í Svøríki. Har hava tey spælistøð og almennar spælidagar, serliga tá tjóðardagur er. Svøríki, hvørs størsta útflutningsvøra er tónleikur, hevur tjóðardag 6. juni. Tá er tiltakið Make Music Stockholm.
Men hvat, nú fái eg meyl frá svenskum vinfólki um at rópa varskó á mínum bloggi, tí nú er musikeruppror, tónleikauppreistur, í heimsins fremsta tónleikalandi.
Christina Glaeser eigur og rekur Glaeser PR & Media Production og hevur sent svenskar heimsstjørnur higar tá Listastevnan var. Christina umboðar tónleikarar, sum spæla klassiskt, jazz, blues og fólkatónleik, eisini í filmi og sjónleiki.
Christina skrivar: Hej Birgir! Skriv gärna om det musikeruppror som nu har börjat i Stockholm mot att spela gratis. Det behövs att ni runt i Norden skriver om detta fenomen, där Stockholms stad uppmanar professionella artister att medverka i gratisfestivaler som Make Musik Stockholm utan ersättning.
Svenski tónleikauppreisturin byrjaði um dagarnar í útvarpssendingini Mittimusiken í Sveriges Radio. Har varð greitt frá at mentamáladeildin í Stockholm hevði latið peningaligan stuðul til Make Music Stockholm, sum skipar fyri gratisfestival, har bæði áhugaleikarar og yrkislærd á tjóðardegnum verða boðsend at spæla, uttan samsýning, á pallum um tann heila bý.
- Púra óskammað hava tey lýst eftir operasangarum til Biologiska museet og stjørnugittaristum til stórar framførslur, uttan at rinda eitt oyra í løn, sigur Christina.
Musikerförbundet hevur lagt seg út í málið við frágreiðingum um, hví tónleikarar ikki vilja spæla fyri einki og mæla til boykott av tónleikatiltakinum á tjóðardegnum.
Hóttafall er komið á fremstu svensku útflutningsvøruna, tónleikin. Tíðin er farin frá progg-rörelsen við Hoola Bandoola Band á odda, sum í felag søgdu, at tónleikin, hann skapa vit í felag, og Lill Lindfors, sum eina ferð so fegin sang at Musik ska byggas utav glädje.
- Jo, det stämmer allt, sigur Christina, tá eg nevni hesar gomlu svensku tónleikaligu staðfestingar. - Men skillnaden är att man då gör det gemensamt och själv tar initiativ. Här är det några smarta människor som vill vinna egna poäng på att arrangera en festival på bla professionella ej arvoderade musikers bekostnad. Jag jobbar ofta ideellt men då på eget initiativ!
Jóhannus á Rógvu sigur, at hann er so rørandi samdur. - Vit her á klettunum verða neyvan heldur tikin í fullum álvara, so leingi vit ikki eru ‘verd’ at gjalda nøkur oyru fyri, sigur Jóhannus í stuttari viðmerking í dag til svensku tónleikastøðuna upp undir tjóðardagin har í landinum.
Tiltakið Make Music er eisini í New York, har tað verður hildið 21. juni á hvørjum ári.