Edward Fuglø, Hannis Egholm, John Næs Berg og Rannveig Hovgaard. Á niðaru myndini John Næs Berg og Rannveig Hovgaard (Myndir: Birgir Kruse)
Í dag var bókaheildin Hervør og Høgni løgd fram í Námi. Bókaheildin, sum byrjaði í 2001, er nú fullfíggjað við hópin av byrjunartilfari í føroyskum til 1.-3. flokk.
Høvundarnir, Rannveig Hovgaard og John Næs Berg, hava saman við teknarunum, Edward Fuglø og Hannis Egholm, lesikønum, fylgibólki, eftirmetingarbólki og ritstjóranum, Marjun Ziskason, viðgjørt og roynt tilfarið, sum nú er sett til sølu.8 ára gamal høvundur
Rakul Ró sang um Finn meðan pápin spældi undir (Mynd: Birgir Kruse)
Yngsti høvundur í bókarøðini um tvíburðarnar Hervør og Høgna er 8 ára gamla Rakul Ró úr Klaksvík. Hon hevur skrivað sangin um Finn, sum er á blaðsíðu 100 í nýggju lesibókini, Hervør og Høgni - lesibók til fyrsta. Tá lidna bókaheildin varð løgd fram á almennari samkomu í Námi í dag, sang Rakul Ró um Finn og ein annan sang, 10 bibbur, sum pápi hennara, Steintór Rasmussen, hevur skrivað til somu bók. Pápin spældi undir meðan ungi høvundurin uttan at himprast sang fyri allari mannamúgvuni. Í nýggju lesibókini Hervør og Høgni eru tekstir, sum lýsa gerandisdagin hjá teimum báðum høvuðspersónunum, heima og í skúlanum. Bókin er lisin inn á fløgu, sum fylgir við bókini.
Kveikjandi bók, sum gevur yvirlit
Beinta Viðstein (Mynd: Birgir Kruse)
Við 18 næmingum hevur Beinta Viðstein roynt bókaheildina Hervør og Høgni í fyrsta flokki í Gula skúla, sum hoyrir til Venjingarskúlan í Havn.
-Við starvsfelagar, sum taka á seg byrjunarundirvísing í føroyskum, vil eg siga, at Hervør og Høgni er so lætt tilfar at brúka, ikki minst tí, at tú beinanvegin verður kveikt av tí, men eisini tí at tað er so næmingalagað. Í roynd og veru hevur lesibókin og tilfarið, sum hoyrir til heildina, verið mítt besta amboð at fáa yvirlit, og at fáa allar næmingarnar við, serliga við støðuroyndunum, sigur Beinta. - Vit fylgdu lesibókini, sum leggur upp til at bókstavaroyndir eru í november. Tá dugdu flestu næmingarnir allar stavirnar, sum vit høvdu havt í bókini. Síðan er ein roynd við orðum og myndum í februar og at enda er ein støðisroynd í lesing, sum er í mai. Royndirnar geva trygd og yvirlit hjá okkum, sigur Beinta, sum eisini hevur Dagny Højgaard afturat sær í flokkinum í Gula skúla.
- Umframt at verða væl skipað, so er lesibókin Hervør og Høgni so innbjóðandi í útsjónd og evnum, at her er alla tíðina nógv at práta um í flokkinum. Fløga er eisini við, so til ber at lurta og lesa heima. Hesin innbjóðandi partur hevur eydnast so væl í okkara flokki, at allir næmingarnir vilja gera tað sama sum Hervør og Høgni. Tey vilja skriva kort, tey vilja gera teknirøðir, tey vilja í sirkus, tey vilja skipa fyri fundum og tey vilja hava vinardag í skúlanum.Beinta Viðstein, sum hetta skúlaárið hevur roynt bókaheildina Hervør og Høgni sum royndarprent, sigur, at bókin er í roynd og veru ein samanrenning av heildarlesing og ljóðlesing. - Og so at venja eyguni við, hvønn vegin vit lesa eina bók. Nú eru lunnarnir lagdir og øll í flokkinum vita, hvat tað er at lesa, sigur ein vælnøgdur lærari í fyrsta flokki, Beinta Viðstein í viðtali, nú bókaheildin Hervør og Høgni – lesibók til fyrsta er løgd fram.