Í døgunum 23.-29. juni sýnir Jógvan Andreas á Brúnni fram í Smiðjuni í Lítluvík. Jógvan Andreas er kendur tónleikari úr ORKA og GESTIR, og hevur eisini gjørt vart við seg sum framúr myndamaður.
Pól E. Egholm skrivar soleiðis um Jógvan Andreas og framsýningina:
Jógvan Andreas á Brúnni er 30 ára gamal og uppvaksin í Fuglafirði. Seinastu tíggju árini hevur hann fyri tað mesta búð uttanlands, og hevur nomið sær útbúgving á myndlistaskúla í Keypmannahavn og listaskúla í London.
Jógvan Andreas hevur áður havt listaframsýningar í Ribarhúsi í Fuglafirði og í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.. Hann er eisini kendur sum trummuleikari í ORKA og í GESTIR, tveimum av teimum mest nýskapandi føroysku tónleikabólkunum seinastu mongu árini.
Sum listamaður fevnir Jógvan Andreas sera víða. Hann hevur altíð teknað og sigur sjálvur, at hann frá barnsbeini av hevur kent seg noyddan at tekna. Stílurin er seregin, og málningarnir eru oftast merktir av teimum skiftandi hugstøðum, ið hann sum persónur við skiftandi hugalagið hevur upplivað.
Hann hevur arbeitt sum fotografur og grafiskur sniðgevi, og royndirnar hava ment eyga og hegni fyri kompositión og perspektivi, og setir hetta sín dám á hansara myndir.
Jógvan Andreas málar út frá sinnisstøðum, og málningarnir kunnu tí eisini lýsast sum skiftandi hugmyndir, ið viðgera kenslur so sum longsul, hugmóð, sorg og ekstasa. Áður hava málningarnir hjá honum serliga myndað nútímans eksistentiellan angist, og litirnir hava í stóram mun verið myrkir, men í hesi røðini verða djarvari litir nýttir.
Um Myndarøðina/framsýningina:Framsýningin kann sigast at viðgera mótsetningarnar millum tað menniskjaskapaða og náttúruna – tað nátúrliga og ónátúrliga – og millum framtíðina og minnir. Seinastu tvey árini hevur Jógvan Andreas einans málað oljumálningar, og hetta er hansara fyrsta framsýning við einans oljumálningum. Í myndarøðini brýtur Jógvan Andreas í ávísan mun upp úr nýggjum. Formurin er nú meira einfaldur, og einstaka subjektið fær størri rúmd í myndini.
Andsøgnin millum tað menniskjaskapta og náttúruna verður m.a. lýst í myndarøðini “ All seasons in a day,” har fýrkantað háhús verða sett upp í móti bylgjandi organisku formunum hjá náttúruni, og sólarljósið verður kastað av himli eins og glasbrot. Sterku og bjørtu litirnir økja um veruleikafjara, futuristiska óhugnan. Serliga myndin “Katedral” í somu røð vísir, hvussu listamaðurin er vorðin tryggur í síni nýtslu av litum, og á myndini tykist tað sum um, at sólarljósið á sera vakran hátt verður brotið í fleirlittum dómkirkju vindeygum.
Litríkar stórbýarmyndir verða settar saman við myndum av menniskjaskapilsum, sum ofta eru trøllakend og vanskapað. Ein kann ímynda sær, at hetta eru íbúgvarnir í háhúsunum. Einsemi og vónlýsi lýsa úr hesum myndum.Hetta er eyðkend døpur skapilsi, sum Jógvan Andreas áður hevur viðgjørt, men í hesi røðini gevur listamaðurin einstaka subjektinum betri rúm í heildini.
Inn í millum døpru myndirnar av lívinum í stórbýinum skína myndir úr heimlandinum eins og minnir úr eini farnari og betri tíð. Hesar myndir eru nostalgiskar og næstan naturalistiskar í skapi, ein stílur, ið má sigast at vera nýggjur hjá listamanninum. Jógvan Andreas arbeiðir her við breiðum strokum og ávísar listasøguligar tilvísingar eru eisini at hóma í hesum málningunum.Spennið millum litríku og døpru myndirnar av stórnýinum og nostalgisku myndirnar úr heimlandinum lýsir kanska væl skiftandi sinnið hjá listamanninum og útisetanum. Samanumtikið ein eklektisk og nútíðarkend myndarøð, sum ber boð um ein listamann ístøðugari menning.
Pól E. Egholm