Einaferð varð ávarað ímóti samankoyring av persónsupplýsingum. Veit ikki, um nakar skilti ella gav sær far um innihaldið í hesum herrópi frá fyrst í áttatíárunum. Eg meini so við, árið 1984 var enn framtíð og eingin hugsaði um Big Brother og The Wall var ikki komin í umfar. Tá eg vaknaði í morgun og tendraði telduna ynskti Google mær til lukku: "Happy Birthday Birgir!" Javel, vita tey nú so væl har yviri í Mountain View í Kalifornia? Ella munnu tað vera persónsupplýsingarnar, sum nú eru júst so samankoyrdar, sum ávarað varð um, og at øll vitan, tú gevur frá tær, viljað ella óviljað, verður meir og meir miðsavnað á færri og færri støðum? Áhugavert, tá tú sjálvur gerst medspælari í einari núlidnar framtíðarsøgu, sum einaferðina æt 2001 og seinni 1984, trúgvi hvør, ið trúgva vil. Framtíðin er núliðin. Annars takk fyri heilsanina, Google!