Skip to main content

Kemur hann, ella kemur hann ikki?


Oddbjørn er í telefonini og fregnast um tað veruliga passar, at Bobby Bare kemur á vitjan innan konsertina í kvøld. - Jú, nú eru teir, Allan og Bobby, farnir úr Havnini og vera frammi um ein tíma, veit Oddbjørn at siga, ikki sørt fjálturstungin, tá hann leggur hornið á.



Nú er at gera klárt, plátusavnið verður sett framm og saman við Peturi verða seinastu smálutir avstemmaðir.



Matskráin er smurt breyð og í køkinum stákast kokkurin Beddi, meðan Hallur sker wienarabreyð til kaffi.