Skip to main content

Posts

Showing posts from December, 2011

Nýggjársrøða løgmans 2011

Løgmaður helt eina góða nýggjársrøðu, ið fór víða. Til dømis nam hann við skakandi hendingarnar á Utøya, sum sjálvt drotningin ikki nevndi. Eitt-null til Kaj Leo, sum brúkti telepromtara, heldur enn pappír. Drotningin, sum læs úr pappíri, var ikki væl fyri og læs ofta skeivt. Hetta var ikki hennara besta røða, sjálvt um hon nú hevur hildið fjøruti og Kaj Leo bara fýra. Umframt sjálvfylgiligheitir, sum at ríkisfelagsskapurin hevur prógvað sítt virði, nam løgmaður í nýggjárstaluni við grundleggjandi virði sum talufrælsi og at taka lut í kjakinum. Hetta var klárt besti partur í røðuni. Nakrir setningar vóru sonn gullkorn, sum síggjast niðafyri: Løgmaður, sum er íðin viðmerkjari á Facebook, segði í hesum parti av røðuni at "Talufrælsi er ein fortreyt fyri einum frælsum samfelag. Vit, ið fólkið hevur valt at stýra, skulu tola atfinningar og mótmæli. Vit skulu tora at hava eitt opið og tíðum hvast orðaskifti. Kjak er ein drívmegi, sum kann flyta eitt samfelag fram á ...

Filmur og stakkalastás

Úr Pæturskirkjuni í Rom gremur Pávin seg um at jólini eru ov verðslig og glitrandi. Sjálvur er hann um at hokna av gulli, hann ber á høvdinum, meðan orðini fella á árligu midnáttarmessuni. Hetta er tíðin á árinum, tá gjørt verður upp. Gamaní er stórbært hjá Bænadikti Sekstanda og teimum í Vatikaninum, men í einum eksistentiellum perspektivi er skjótt at staðfesta at pávin er ímyndin av stakkalastási. Men vakurt er tað. Akkurát sum at síggja Gone With the Wind (Victor Fleming 1939), Doctor Zhivago (David Lean 1965) og Spartacus (Stanley Kubrick 1960) á jólum.  Eins og pávan, sá eg allar hesar gomlu filmar í sjónvarpi um jólahalguna og eri sannførdur um, at teir eru akkurát sum fyrstu ferð eg sá teir: uppblást stakkalastás, sum í besta føri er bráðvakurt. Millum nýggjar filmar í ár vóru fleiri ektaðar perlur. Perlur, ætlaðar lørifti og ikki turrum pappíri, sum skróvar turrisliga, hvørja ferð blaðað verður og ikki minni tá søgan verður gjøgnumlýst og víst upp á veggin fyri ...

Tað tekur leyst

Hetta er útsýnið í litum og svart-hvítum av terassuni í Tórsbyrgi fyri klokkan fýra í dag. Nólsoyggin dagar undan av og á og Nólsoyarfjørður er vundin upp í skúm og hvítur froyður liggur omaná sum eitt surrealistiskt teppi, ið flytir og snurrar seg alt eftir ættini. "Tað tekur leyst", sum Ivan sigur. Hesin fjørður er ikki sæddur hiðani fyrr. Vónandi spælir tað væl av kring landið. Sambært veðurstovunum rakar ódnin nógv harðari í Suðuroynni, í Norðoyggjum - og á Ambadali!

Fýraogtjúgundi desember

Fýraogtjúgundi desember og jólaaftan. Steðgaði á middegi í gjár við Sundsvegin at taka eina mynd av gomlu Royndarstøðini í Hoyvík, tí ljósið var so sjáldsama gott millum ælini. Líka so skjótt ljósið kom, hvarv tað aftur og eg fekk onga mynd. Og tá eg legði myndatólið frá mær, spratt ein annar glotti fram á himmalinum í ein sunnan og strálurnar lýstu gjøgnum tungu skýggini beint niður á Sandoynna, frá Skálhøvda og inn í landið. Ein Rafaelskur glotti við undirtónum av Kingo mitt á føroyska hválvinum, sum var eg í Sixtinska kapellinum og tó ikki. "Nú var betur", sum tey siga í Moldvarpinum. Jógvan lendi við flogfarinum tollaksmessudag og vit fingu nakrar myndir í kassan á túrinum av flogvøllinum til Havnar. Í Leynum, á Hvítanesi og á Kongabrúnni, har sólin bráddliga fór at skína. Ovasta myndin og hesar tríggjar niðanfyri eru tiknar innan fyri ein hálvan tíma á middegi. Eingin kavi, men ein góður skái millum ódnirnar, sum sæst omanfyri. Helt meg á flogvøllinum hóm...