Á myndini síggjast Tróndur Patursson og Michel Kvium í Listaskálatúninum í august í fjør, tá Kvium lat upp framsýning. Í limabrævi frá Listafelagnum verður í dag upplýst, at nú verður nýumvælda bingjuinstallatiónin hjá Tróndi Patursson, Bládýpið, aftur at síggja. Samstundis verður framsýningin Hinumegin Blátt , við verkum eftir Trónd, latin upp. Alt samalt 24. februar kl. 17:00. Leygardagin 3. mars verður prát millum teir báðar, Trónd og stjóran í Listasavninum, Nils Ohrt. Framsýningin Hinumegin Blátt letur aftur 22. apríl. Tað var Mentanarnáttina 28. mai 2010 at avtala var gjørd millum Listasavnið og listamannin, at savnið skuldi eiga Bládýpið eftir at tað var umvælt. Á myndini niðanfyri síggjast Tróndur Patursson og Helgi Fossadal, sum tá var stjóri í Lisasavninum, eftir at avtalan er undirskrivað. Myndin niðanfyri er tikin í juli 2009, tá Tróndur Patursson lat upp stóru retrospektivu framsýningina Lívsins Landslag í Listahøllini á Skipasmiðj...