Skip to main content

Føroyar eru mítt annað heim



Í sambandi við leikin Breaking the Waves á Tjóðpalli Føroya, havi fleiri varnast finska navnið Eija Mäkivuoti. Tað er hon, ið hevur tikið meistarligu myndirnar í leikskránni og sum nú verða endurgivnar í miðlunum, eisini á hesum bloggi. Myndina av Eiju, ovast, tók Sunnleif A. Andreasen á G!festivalinum í fjør.


- Eg eri fotografur úr Finnlandi og mítt fyrsta samband við Føroyar var gjøgnum tónleik, sigur Eija í samrøðu. Hon arbeiddi fyri Kulturkontakt Nord í Helsingfors í nøkur ár og í tí sambandi var hon fyrstu ferð í Føroyum í apríl 2007, og tá møtti hon nøkrum av limunum í tungmálmsbólkinum SIC. - Upprunaliga fotograferi eg listafólk, eri artist photographer, men havi eisini arbeitt á listasøvnum, oftast við KT og list á netinum, sigur Eija.


- Eftir at hava møtt SIC, gjørdi eg í 2008-2010 eina dokumentarrøð, sum bleiv til eina framsýning um føroyska tónleikabólkin undir heitinum Fighters They Bleed í fotogallarínum Hippolyte í Helsingfors í desember 2010. Síðani eru komnar fleiri uppgávur í Føroyum, tær nýggjastu eru sjónleikurin Breaking the Waves á Tjóðpalli Føroya og tungmálm konsertin Wacken Metal Battle Føroyar 2012 í Sjónleikarhúsinum og fyri vinnandi bólkin Hamferð. So vit kunnu siga at Føroyar eru nú vorðnar mítt annað heim, my second home.


- Stórur partur av mínari tilveru snýr seg um tungmálm, metal music, og ikki minst tey fólk, sum eins og eg eru áhugaði í júst hesum tónleiki. Hetta er ein serlig mentan og listagrein, og á onkran hátt lukkast okkum altíð at skapa sambond, hvar vit so eru í heiminum. Vit eru ein stórur vinaskari. Men sjálvandi er hetta bara ein partur av mínum áhugamálum. Eg gleðist um tónleikin, so tað at fara á konsertir og hoyra livandi framførslur er bæði fyri egna gleði, men eisini professionelt arbeiði, tá eg taki myndir. Umframt film, sjónleik, bókmentir og myndlist, er tónleikur ein serliga týðandi listagrein fyri meg. Og so at taka myndir, sjálvandi eisini, sigur Eija Mäkivuoti.


- Hóast tað kann tykjast so, so eri eg ikki fegin um tatoveringar, men nógv fólk í hesum umhvørvi hava tær, sigur Eija Mäkivuoti. Hon verður í Føroyum til 5. apríl og hevur egna heimasíðu og sýnir eisini myndir í Behance skipanini.