Í gráveðrinum ger Havnin seg klára at taka móti ólavsøkugestum. Myndin er tikin undir einum glotta, sum spratt yvir Vágsbotni á middegi. Teir selja fisk úti undir Bryggjubakka, her er tað Jói Winther úr Skopun, sum hevur hongt vøruna á ein snøggan tilboðssnór í litfagra umhvørvinum, sum øvrigheitin hevur so trupult at góðkenna. Skip síggjast úr øllum gøtum í miðbýnum. Niðanfyri eru tað mastrarnar á skúlasskipinum Danmark , sum handan Ternuna síggjast av Áarvegnum, í skotinum millum Essaba, har Kafé Natúr er nú, og Hotel Djurhuus, har matstovan Áarstova er nú. Ferðamannaskipið Europa sæst fyri endanum á Tórsgøtu, sum er mentanargøtan í Havn. Hetta er fjórða skip í flotanum hjá Hapag-Lloyd, sum ber navnið Europa og er skrásett í Nassau. Hetta skipið er bygt í Finnlandi í 1999 og við eru 400 ferðafólk. Havnarskrivstovan boðaði longu um miðan juni frá at ikki færri enn 30.000 ferðafólk koma til Havnar í summar við 47 skipum, ella 'calls', tí summi skip ivaleyst ...