Skip to main content

Havnin ger seg klára



Í gráveðrinum ger Havnin seg klára at taka móti ólavsøkugestum. Myndin er tikin undir einum glotta, sum spratt yvir Vágsbotni á middegi. Teir selja fisk úti undir Bryggjubakka, her er tað Jói Winther úr Skopun, sum hevur hongt vøruna á ein snøggan tilboðssnór í litfagra umhvørvinum, sum øvrigheitin hevur so trupult at góðkenna.



Skip síggjast úr øllum gøtum í miðbýnum. Niðanfyri eru tað mastrarnar á skúlasskipinum Danmark, sum handan Ternuna síggjast av Áarvegnum, í skotinum millum Essaba, har Kafé Natúr er nú, og Hotel Djurhuus, har matstovan Áarstova er nú.


Ferðamannaskipið Europa sæst fyri endanum á Tórsgøtu, sum er mentanargøtan í Havn. Hetta er fjórða skip í flotanum hjá Hapag-Lloyd, sum ber navnið Europa og er skrásett í Nassau. Hetta skipið er bygt í Finnlandi í 1999 og við eru 400 ferðafólk. Havnarskrivstovan boðaði longu um miðan juni frá at ikki færri enn 30.000 ferðafólk koma til Havnar í summar við 47 skipum, ella 'calls', tí summi skip ivaleyst ganga aftur. Modernaði skip hava webcam framman og aftan og alla staðni, har eftirlit krevst. Á henda hátt kann fylgjast við, hvar skip eru. Niðanfyri sæst støðumyndin av brúnni á Europa í døgurðatímanum.


Á Skáltrøð arbeiða tey við at seta upp eitt Ferris Wheel, sum á donskum eitir parísarahjól og tí voldi Kommununi trupulleikar, tá kunngerðast skal í skránni, hvat hetta er fyri nakað. Óla Jákup fann uppá ráð. Ístaðin fyri at kalla tað parisarjul, ella parísarahjól, við øllum tí skemti, sum tað kundi ført við sær í fríggingarmyrkrinum á ólavsøku, kallaði hann hjólið Tórshjól, hvat tá? Júst hetta bretska tórshjólið tykist vera ein umbygdur dupultdekkari.


Og niðri í Gongini er gamli samleikin í heimsins fremsta fyrrverandi ostahandili, aftur komin til heiður og æru. Tað vóru Tóri í Hoyvík, býargartnari, og Eirikur Lindenskov, sum býr í grannahúsunum, ið settu gamla navnabrettið upp aftur á veggin. Samleikin hevur øll árini verið vundin við togi.


Ungfólk í Havn, sum eru 14 til 16 ár, sleppa hvørt summar at arbeiða undir heitinum ung í arbeiði. Her havi eg fangað tey á Kornmansmýru uppi við Hoyvíksvegin, har tey rudda og raka eitt stykki. Gott at fáa lívgandi og væl fyriskipaðar arbeiðsroyndir á ungum árum.


Skal eg geva arbeiðsleiðaranum eitt uppskot, so er tað at fara inn í krókin niðri í Vágsbotni at taka froðan oman av skitnu vágni.


Og so er klárt at halda ólavsøku. Men bíða nú. Heima í køkinum skal ein skrelliposi taka ímóti øllum avfallinum av borðinum, eplaflusi, hvølju og eggjaskali. Ovasti innkeypsposi, eg taki úr skuffuni, hevur áskriftina keyp føroyskt. Eitt frálíkt handilsligt tiltak, sum eisini kann brúkast loddrætt.