Skip to main content

Skyfall - besti James Bond filmurin


Nýggi James Bond filmurin Skyfall (Sam Mendes 2012), sum varð frumsýndur í Havnar Bio klokkan 007 í nátt, er ikki ein vanligur James Bond filmur. Heldur vil eg siga, at hetta er ein pastisja, ein listalig eftirgerð, av fleiri filmsløgum, ið altíð hava verið frammi. Til tess at føra okkum inn á nýggja pallin hjá Bond verður kveitt ikki sørt at anarkistisku BBC sendingin Top Gear, har vit á motorsúkklu verða førd eftir stórbýartekjum í Turkalandi. So eru vit á nýggja pallinum hjá Bond, sambært Daniel Craig. Síðani verður í somu ferð hildið fram í toki og beltidrivnari brøyt, sum var tað ein kovboyfilmur. Í næstu løtu nemur Craig við Dirty Harry, so stoytir hann seg í sálardýpið, sum í American Beauty, har vit hoyra um karga uppvøksturin hjá foreldraloysinginum James Bond, sum júst er besti eginleiki hjá einum njósnara, sigur M, altso at vera púra einsamallur í verðini.


Og at enda fer filmurin inn í barnaheimið á skotsku heiðini, skansan Skyfall, ið skapti James Bond, og tað verður sum í Wuthering Heights, har M doyr og James ger upp við heim og foreldur, og ger seg kláran til endaligu uppgerðina, sum í Straw Dogs, men eisini merktur av Last Man Standing við Bruce Willis, sum aftur var ein eftirgerð av Yojimbo hjá Kurosawa. Og so fáa vit innlit í sálarlívið hjá hinum fráfalna einglinum, Silva (Javier Bardem), sum hevur litað hárið gulhvítt og villist í bindingini til M. Hetta er filmssøga millum gott og ilt, sum vil nakað. Inn í millum síggja vit allar teir nútímans brúkslutir, sum eyðkenna ein rættan Bond film, við bilum, bátum og glitrandi urum, men ikki so nógvum konufólkum, og eina ølin, ið hann drekkur, hevur ikki betalt nóg nógv í sponsorpengum, so vit síggja ikki etikettina. Soleiðis er brúkaraveitslan Bond eisini. Einskygdu kvinnurnar, the Bond babes, eru lukkutíð farnar í baksýnið. Hinvegin verður javnan nomið við aldurin á James Bond, sum nú er farin um tey 50. Staputur við blóðsprongdum eygum og fallin til drykkjuskap, loftar Daniel Craig hesum aldursprátið serstakliga væl, og er beint nú hin besti James Bond yvirhøvur.