Skip to main content

Átta filmar kappast


Nú er greitt at átta føroyskir stuttfilmar fara at kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld klokkan 19:30. Teir átta úrvaldu filmarnir verða sýndir í hesi røð:

1. Karmok (4:49 min)
 Marianna Mørkøre & Rannvá Káradóttir

2. Skýming (31:00 min)
 Anton Petersen

3. Harmoni (13:40 min)
 Andrias Høgenni

4. Sálarsjúka (5:06 min)
 Rasmus Rasmussen

5. Summarnátt (17:00 min)
 Sakaris Stórá

6. Mist (12:00 min)
 Annika á Lofti

7. A Hipstory (21:00 min)
 Heiðrik á Heygum

8. Gló(ð) (10:00 min)
 Maria Winther Olsen & Sára Wang

Fimtan føroyskir stuttfilmar komu inn til kappingina.

Í steðginum týskvøldið bjóðar Norðurlandahúsið ein serligan Geyta-drykk og brellbitar, umframt at Føroyar Bjór bjóðar eitthvørt leskiligt eisini. Virðislønin Geytin á kr. 25.000 verður latin av Norðurlandahúsinum. Ein dómsnevnd velur vinnarafilmin út frá trimum høvuðsmetingarvirðum: søgu, frásøgusnildi og handverki. Áskoðaravirðislønina á kr. 15.000 letur Tórshavnar Kommuna og her sleppa áskoðararnir at velja teirra yndisfilm. Hetta verður gjørt í steðginum tá ið allir átta filmarnir hava verið sýndir.