Seinrapartin í dag var Linde Frölich frá Nordische Filmtage í Lübeck í mentamálaráðnum at hitta landstýrismannin. Hann var tíanverri upptikin á øðrum fundi, men aðalstjórin, Poul Geert Hansen, tók fegin ímóti og greiddi frá um ungu gávuríku fólkini, sum fáast við film í Føroyum. Poul vísti eisini føroysku myndlistina fram, sum sæst í Mentamálaráðnum.
Linde var bilsin av tí nógv virksemi og tí persónliga stílinum, sum føroysk ungfólk longu nú leggja fyri dagin, mest sum fyri ongar pengar. Hon upplýsti at 27.000 fólk vitja norðurlendsku filmstevnuna í Lübeck, at her møtast øll í Norðurlondum, sum fáast við film, og at hetta er onnur av tveimum stórum mentanarligum tiltøkum í øllum norðurtýska økinum. Hitt tiltakið er ein tónleikastevna. Samanumtikið er árliga filmstevnan í Lübeck av størsta týdningi fyri tey ungu í Føroyum, sum í hesum døgum hava valt film sum listagrein burturav. Fyrrapartin vóru Jan Berg Jørgensen og Linde í Kirkjubø og vitjaðu Trónd Patursson á skipasmiðjuni, har hann ger fuglarnar úr glasi til framsýningina í Kennedy Savninum í Washington.
At enda vitjaði Linde í savninum hjá Námi, har umframt bøkur, eisini fitt er av filmi á dvd. Tilfarið kunnu allir lærarar lána og brúka í undirvísingini. Tveir nýggir føroyskir stuttfilmar, Passasjeren og Skýming, eru á heimasíðuni hjá Námi. Uppgávur og frágreiðingar eru gjørdar til báðar filmarnar. Aftaná vitjanina fór Linde til gongu í tí góða ljósinum saman við Ingun í Skrivarastovu. Í annaðkvøld, týskvøldið, verður greitt hvør føroyskur stuttfilmur vinnur Geytan og Áskoðaravirðislønina.