Morgunsendingin í Útvarpinum endaði í morgun við einum sangi hjá Gasolin’ frá 1977 - Gør det noget. Ikki tí, 36 ára gamlir sangir kunnu saktans vera góðir, men tað, sum í einum splittsekundi fekk meg at grunda yvir aktuella programmvirksemið í Útvarpinum, var ein strofa í hesum sama danska sangi, sum verturin uttan objektiva orsøk hevur rádyrkað hvønn morgun í nýggja árinum:
“og hvis du drikker fire bajere om dagen er du alkoholist”
Kom í tankar um Storm P og hansara undirfundigu teknisøgur um verðinsmyndina, sum ikki er at síggja, tí skoðarin hevur fingið eina flugu í eygað. Hvar er redaktørurin?
Og so kann eg spyrja við sanginum: Gør det noget?
Jú, tað ger.
Journalistiski førleikin er við at gleppa okkum av hondum.
Um jólini kunngjørdi Dimmalætting ein redaktionellan profil, sum var frálíkur, var tað bara ikki so at eg sum gjaldandi lesari als ikki kendi meg aftur í hesum flotta profili. Tað bera stakkalastás, goymt burtur til ársenda, heldur enn at verða dyrkað til gerandis.
Hvar velja miðlarnir at hitta sínar lesarar, hyggjarar og lurtarar? Og í hvønn mun verða hesir somu brúkarar tiknir í álvara og serviseraðir fyri tað gjald, teir leggja á borðið, so ella so?
Útvarpið, sum saman við Sjónvarpinum fær til gávus fleiri enn hálvthundrað milliónir at gera miðlatilfar fyri, er í stóran mun ikki petti annarleiðis enn Rás2, sum ongan ágóða fær av hesum ovurhonds mongu føroysku jólafjølmiðlamilliónum. Bara illavorðna kapping fær alternativa rásin afturfyri.
Gør det noget?
Jú, tað ger.
Fyri almennu fjølmiðlamilliónirnar hevur fjórða føroyska statsvaldið eina uppgávu, ið langt síðan er fallin í órøkt. Tað er øllum greitt, sum eygu og oyru hava.
Gør det noget?
Spyr fíggjarmálaráðharran, sum skúgvar alt til viks, tí hann veit, at har er eingin, ið megnar at standa ímóti. Føroyski fjølmiðlaveruleikin er blivin ein poppsangur, sum dúvar uppá hook lines. Tað er sum Bee Gees hava sungið í 45 ár: "Words are all I have, to take your love away. It’s only words and words are all I have".
Sgu, gør det noget, at føroyski fjølmiðlaverðurleikin kann kókast niður í ein poppsang, sum í mesta lagi varir í tríggjar minuttir.