Havi sitið og hugt eftir árligu Nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkesturi, sum Sjónvarpið sendi úr Norðurlandahúsinum, við løgmanni og mentamálaráðharra fremst fyri. Frálíkt tiltak, eins og undanfarin ár, nú orkestrið hevur 30 ár á baki. Til lukku. Ein aldur, sum Norðurlandahúsið røkkur 8. mai í ár. Havi huga at nevna vertin, Finnur Koba, sum slapp at royna seg í nýggjum høpi, alla tíðini á kantinum, um at detta niður í millum tað vónleyst smædna, og so tað beint frammaná freka. Tað klæðir honum. Minnir meg á Frændur, tá teir komu fram. Tá helt eg veruliga at teir høvdu eina innbygda distansu og vóru ein parodi yvir tað, teir sungu um. Akkurát sum norsku deLillos í sanginum Sveve over Byen. Ein sangur, sum alla tíðina er á eggini, um at brotna og tó stendur eftir, heilskapaður og hugfangandi, beint á eggini. Henda undarliga dualisma skapar eina fascinatión, sum dregur og stoytir, og tí skapar dýpd og hongur við í minninum. Eftir nýggjárskonsertina vísti Sjónvarpið Con Man-konsertina við Høgna Lisberg. Her var fascinatiónin víðkað til magiska realismu millum ein ungan Neil Young á heiðini, stórbýarlarmandi Beastie Boys og so unga leirvíkingin, sum er púra sín egin. Ein shamanur, ið trampar í gólvið og ákallar forniskar rútmur. Halgadoy hetta er gott. Minni væl dámar mær allar teir leflandi politikarar, sum á Facebook í kvøld brúktu mentanina sum bringuprýði. Uttan at rætta hond frá síðu restina av mentanarárinum, hálova teir nú hesum framførslum. Bíligt. Men hvat ger tað? Teir skulu vera vælkomnir. Okkara útinnandi listafólk og tolnu mentanararbeiðarar eru so stinn, egin og lívseig, at tað er eitt feitt, hvat løgtingsins limir siga og gera. Tíðin hevur víst, at teimum loysir seg ikki at rokna við. Tí tað er ikki úr politiskum skuffum og grunnum at føroyska listin sprettir. Tað er bara úr egnum huga og áræði - ja, og so við altjóða sambondum eisini. Heimurin stendur opin fyri tykkum. Og tað uttan almennar føroyskar duraopnarar. Men minnist til at vit eru bara 50.000 sálir. Aftastir standa politikarnir og fremstu eru tit. Tit eiga framtíðina. Koyrið á í nýggja árinum!