Skip to main content

Nýggjár í Tórsbyrgi

  

Síðsta kvøld í árinum, Gamlaárskvøld, savnast vit øll í Tórsbyrgi at brenna nýggjársbál. Nevndin í eigarafelagnum hevur fyrireikað og borið bræv um nýggjárshaldið í hvørt hús.


Martin Enok Jespersen hevur gjørt fjøruti kyndlar klárar. Stóru kyndlarnir eru vundnir við eplasekkjum úr hessian, sum eru dyppaðir í dieselolju.



Erik Jespersen og øll hini fáa ein kyndil at bera, og so er at festa í, innan kyndlagongan 2012 byrjar.




Jón Kragesteen hevur ábyrgdina av nýggjársbálinum, so sum fyriskrivað er. Longst til høgru á myndini niðanfyri greiðir hann frá hvussu vit ganga.



Kyndlagongan fer runt um allan býlingin í Tórsbyrgi, sum er pyntaður við jólaperum í hvørjum glugga. Tað er frost, og nevndin hevur saltað har, sum vit skulu ganga. Og so verður lagt til brots.




Byrjað verður við hitamiðstøðina, sum nú er rúmligt felagshús við navninum Orkulonin. Vit ganga niðan eftir parkerinsplássinum, oman eftir fótbóltsvøllinum og eftir gøtuni, undir eystastu húsunum við útsýni til Nólsoyar.
















Í mánalýsinum varð steðgað eina løtu á grasvøllinum, undir vegginum hjá Heðini og Maluni í Tórsbyrgi 8, har vit sungu Boðar tú til allar tjóðir. So fór gongan millum hús og hjallar, og endaði á grøna felagsøkinum omanfyri nýggja Boðanesheimið, við fríum útsýni norðureftir og út á fjørðin.



Við bálið leggur Bjarni Nielsen fyri við fyrsta ørindi úr tjóðsanginum, Tú alfagra land mítt. Øll syngja við.

Eftir at tjóðsangurin er sungin á bakkanum í Tórsbyrgi, verða kyndlarnir kastaðir á bálið.

Vinfólk møtast kring bálið í Tórsbyrgi. Á ovaru myndini eru Jenný, Richard, Arni, Bryndis og Hávar. Á niðaru myndini eru Shane, Hergeir, Hanus og John.



Millum forvitnu áskoðararnar kring bálið er eisini lítli Geyti, sonur Unn Kragesteen og David Geyti.
 
Abbin, Jón Kragesteen, er errin av abbasoninum, sum hevur fingið eina filmsvirðisløn uppkallaða eftir sær. Saman við Martini Enok Jespersen er Jón bálmeistari og skal síggja til at einki dálkandi ella vandamikið fer á bálið.
 
Eyðun Jacobsen roynir, hvussu nær hann kann koma heita bálinum, uttan at blíva ov heitur um skallan, meðan Bjarnvarður í Dali skimast og bíðar eftir klokkuni.
 

So slær klokkan tólv og øll fara niðan í felagshúsið at fáa kransakøku og eitt glas av sjampanju, ella djúsi, sum forkvinnan í eigarafelagnum, Hallbjørg Lamhauge, hevur sett fram.
 
So koma rakettirnar fram og fest verður í alt, sum kann bresta, neyðbluss og neyðrakettir av skipum, og bíligari fýs og dukkufretir. Her er tað Ivan Holm, sum er mitt í reyða krútroykinum.
 
Beinta og Shane hyggja upp á nýggjárshimmalin, sum er avtakin við rakettum yvir Tórsbyrgi.
 
So eru stundir at ringja og sms'a at ynskja gott nýggjár. Her er tað Høgni, sum ringir.
 
Einar Hansen hevur fingið sær upp í pípuna og skoðar fegin nýggja árið, sum júst er byrjað.
 
Og so er bert eftir at ynskja øllum, nær og fjar, eitt gott nýggjár hiðani úr Tórsbyrgi. Tað gera vit við eini sjónvarpsmynd av løgmanni, gamlaárskvøld.