Skip to main content

Michael Jackson sum hologramm


Í gjár var Billboard Music Show í Las Vegas, har Michael Jackson sang Slave to the Rhythm, sum eisini er aktuellur á spildurnýggju útgávuni 'Xscape'. Pallsjovið og fløgan eru útmerkaði, men tað løgna er at Michael Jackson hevur verið deyður í fimm ár og sangurin stavar frá 1991. Persónurin á pallinum var eitt spillivandi hologramm, ein tilgjørd rúmlig mynd, sum teknikarar hava arbeitt við síðani ársskiftið. "We've been talking about it for the last five months and while we were talking about it they were still inventing the process," sigur Larry Klein, sum er stjóri í framleiðslufelagnum BBMA. "It was really strange talking about something that did not exist." Michael Jackson doyði 50 ára gamal 25. juni 2009. Tá slapp eg at skriva oddagrein í Sosialinum, sum var soljóðandi:

Hann gav alt hann átti

Michael Jackson er farin úr tíðini og tey, ið hava keypt sær atgongumerki til mongu konsertirnar í London fáa onga uppliving. Soleiðis er deyðin. Hagar røkka hvørki atgongumerki ella sølumaskinur. Einki kann sum bráður deyði í poppheiminum fáa okkum at hugsa um lívið og tilveruna. Tí bestu poppstjørnur bera okkum boð um lív og virkni uttan íhald. Vit kunnu lurta, hyggja og uppliva, tá vit vilja. Seta fløguna í spælaran, ella leggja gomlu fornisku plátuna undir nálina. Altíð er hann har, tónleikurin, ið ríkar okkum dagin og lívið. Samstundis er henda persónliga uppliving kjarnin í poppídnaðinum. Og fyri at fáa avkast skal upplivingin hvørt ár gerast størri og betri enn hon var í fjør. Tí er poppídnaðurin besta ímyndin av náðileysa kapitalistiska marknaðinum. Sum stjørna skalt tú møta teim krøvum, marknaðurin setir. Eins og fleiri undan honum møtti Michael Jackson hesum beisku krøvum. Sum ein annar Peter Pan hjá Disney ella Oskar í týsku søguni um Blikktrummuna, noktaði Michael Jackson so púrasta at blíva vaksin. Men støðið hann bygdi á er longu í byrjanini skeiklað, tí allir tilveruligir karmar eru umgyrdir av náðileysu undirhaldsmaskinuni. Í eini oyðimarkargongd leitar hann upp seg sjálvan og finnur dreymin í Neverland. Her noktar hann framhaldandi at gerast vaksin, taka við ábyrgd og at kennast við sín holdsliga uppruna. Livandi, frælsissøkjandi og revolterandi upprunin gerast ein marrudreymur, har bert rangan vendir út. Útpurringin í Neverland kemur úr fjórða státsvaldinum, sum fjøtrar stjørnuna, ið akkurát megnaði at reisa seg aftur og geva hin seinasta blóðdropan – á dansigólvinum. Men ov seint var. Tær hálvthundrað útseldu megakonsertirnar í London vórðu útsettar, tí stjørnan í tíðini livdi uppá lánta tíð. Gjaldskáin var úti og seinasti fíggindin kravdi inn við kassa eitt. Off the Wall, Thriller, Bad, Dangerous og HIStory eru millum fimm tær mest seldu útgávur yvirhøvur. 750 milliónir plátur eru farnar um diskin kring heimin og 13 sangir gjørdust nummar eitt. Longu 11 ára gamal vígdi hann sítt lív til poppin, legði lunnar undir stig og stev í nútímans dansi og skapti hugtakið musikkvideo, tá MTV kom fram. Mest av øllum nam hann øll, ið vildu broyta heimin og ójavnan millum rík og fátæk. Hann gav alt hann átti, men tað var ikki nóg mikið. Michael Jackson skrivar seg inn í náðileysu søguna, har Hank Williams, Elvis Presley og Kurt Cobain longu undan honum hava skorið sítt navn – við hjartablóði.