Billy Yates (f.1963) er høvuðsnavnið á Sørvágs country og blues festivali í ár. Hann er úr Missouri og býr í Nashville, og gav í fjør út fløguna There is only one George Jones á egna plátufelagnum, MOD, sum stendur fyri My Own Damn Label. Fyrr hevur hann givið út nógvan tónleik á heiðurskrýnda plátufelagnum Columbia, og aðrir siðbundnir sangarar sum George Strait, Tracy Lawrence og Kenny Chesney hava sungið sangir hjá Billy Yates. Hann hevur skrivað tveir sangir til størstu countrystjørnu í nýggjari tíð, George Jones (1931-2013). Ikki kann sigast annað, enn at ein legenda er her, mitt í bygdini. Hann er á pallinum á Dungasandi leygarkvøldið klokkan ellivu.