Skip to main content

Vinda summarin í gongd


Kring jørðina í 80 ára gomlum bili stendur á hurðini á tíðarleysa akfarinum, sum hevur niðurlendskar nummarplátur. Willemien og maðurin Anton Aan De Stegge steðgaðu eina løtu í Vágsbotni og vundu bilin so aftur í gongd, ein Rolls Royce Phantom 1 frá 1926, nevndur Antonoff eftir honum, ið bygdi bilin.


Eftir biltúr frá Beijing til París í 1997, frá London til Cape Town í 2001 og 25.000 kilometrar on the Inca Trail gjøgnum Suðuramerika í 2003, hava tey bæði hjúnini sett sær fyri at koyra 80.000 kilometrar kring Jørðina í bilinum, sum tá var 80 ára gamal. Nú er hann 88. Ikki færri enn 54 lond eru teknaði á bilin. Tey hava verið í Nýsælandi, Avstralia, Indonesia, Japan og Eysturevropa og ferðin gongur eisini gjøgnum Sibiria og Mongolia.


Hetta er næstan sum í filminum í Havnar Bio, The Great Race (Blake Edwards 1965), har Tony Curtis, Jack Lemmon, Natalie Wood og Peter Falk koyrdu um kapp úr New York og vestureftir gjøgnum Beringssund og Russland til París. Ein klassikari, sum tolir at verða sæddur aftur!



Á kampingplássinum yviri við Strond er fyrstu ferð fult. Hóast skýggjað og grátt í erva, savnast flestu fólk millum hús- og kampingvognarnar at eta við eitt samsett langborð, meðan havið dunar aftanfyri. Tað man verða fantastiskt at verða turistur í Føroyum. Fjart frá øllum og tó mitt í verðini.


Skipini koma og fara, fyrrapartin var Arcadia hjá P&O Ferries á Havnini á 13 daga rundferð úr Southampton til Killybegs, Reykjavikar, Ísafjörð, Akureyri, Tórshavn, Kirkwall, Dublin og aftur til Soutampton. Indulgent and stylish, exclusively for adults only, stendur í skránni, sum fyri kamarið kostar úr 14.000 og upp í 29.400 krónur fyri 13 dagar og 12 nætur fyri hvønn.


Nú mátti Arcadia víkja, tí Albatros frammanundan hevði bílagt pláss á Molanum. Hetta eldra og væl minni ferðamannaskip við 830 týskum fólkum er á seytjan daga ferð til Svalbard við hesum støðum á ferðaseðilinum: Bremerhaven, Invergordon, Heimaey, Reykjavík, Eyjafjörður, Akureyri, framvið Jan Mayen, Longyearbyen, Barentsburg, Tempelfjord, Billefjord, Nordenskjoldjøkulin, Kongsfjorden, Ny Ålesund, Magdalenenfjorden, Honningsvåg, Tromsø, Ålesund, Geiranger, Bergen og aftur til Bremerhaven. Ein spennadi siglingarferð, ið kostar úr 25.000 og upp í 54.000 krónur fyri hvønn. Ferðafólkini fara helst til Kvívíkar, tí tey síggjast mest sum ikki í Havnini. Og ferðandi ungfólk síggjast als ikki í Havn. Tey fáu eg síggi í Havnargøtum, eru rættuliga tilkomin. Kanska eru Føroyar eitt paradís hjá tilkomnum fólki.


Og tá er gott at síggja gráa gullið vinda ein 88 ára gamlan niðurlending í gongd. Tað gjørdi Anton væl, innan hann og Willemien struku avstað úr Vágsbotni, summandi niðan á Vaglið, út við Strond.


Men so varð neyðugt at steðga hjá Super Dekk Service á Hoyvíksvegnum at geva 88 ára gamla 6 sylindara Rolls Royce motorinum við 8000 kubikkum eina kerliga føroyska hond frá tveimum kønum monnum. Fyri hvørjar hundrað kilometur drekkur fýrahjólstrekti aluminumsbilurin 22 litrar. Og so summar summarið víðari um alt tað ganska land. Gott summar!