Skip to main content

Gisp, hon dettur oman og lambið eisini!


Í Degi og Viku í kvøld fingu vit at enda nakrar endlösung myndir av seyði, sum datt oman í Saksun og, helst, doyði. Rullupylsa og blóðmørur alt um eina leið í heystferiuni, beint niður í Pottin. Ella var tað Pollin. Samstundis er mest lisna søga á Portalinum  um 29 ára gomlu Brittany, sum hevur valt at doyggja 1. november. Tá fara Dagur og Vika at senda beinleiðis, sigst. Kanska er rættari at siga, at tílíkar søgur eru tær mest klikkaðu. Tí tað er tað, tað snýr seg um. Flest klikk í klikkaðum tíðum. Gisp! sigi eg bara.