Skip to main content

Bestu og nýggjastu filmar


Filmsúrvalið í Havnar Bio hevur neyvan nakrantíð verið so gott og aktuelt, sum beint nú. Hyggja vit at myndini omanfyri, sum er frá donsku filmstænastuni kino.dk í dag, so eru ummælarar og brúkarar samdir um, at bestu filmar í danska ríkinum beint nú eru teir, sum verða vístir her hjá okkum. Sjálvandi kundi tað verið enn betur, um filmar eisini komu frá øðrum marknaðum enn bara tí danska, men gongdin er ein staðfesting av, at nú ber til at síggja bæði listarliga áhugaverdan og aktuellan film úr allari verðini mitt í Havn. Tað er eitt risa stig rætta filmiska vegin. Ole Wich gjørdi retrobúmerkið niðanfyri. Væl møtt til góðan film - í felag!