Skip to main content

Hevur tú framt harðskap?


Ein hin mest margháttliga sjónvarpslýsingin í nýggjari tíð er hon, har tú ónevndur verður boðin inn til eitt prát um harðskap. Fyri einki. Henda lýsing innrammaði fyrstu sendingina av trimum, Landstýrisútnevndir milliardingar, um privatar milliardainntøkurnar, nú almennu Føroyar hava ásett sær nýggja makrelkvotu. Mín tanki um harðskap flytir seg frá tí persónliga til hin skipaða, strukturella, harðskapin, sum kann avdúkast, tá grefligur mismunur verður gjørdur í eini annars lógligari samfelagsskipan, vit rópa fólkaræðisliga. Jan Lamhauge og Jógvan Eli Dam hava lagt til rættis. Beinanvegin leggur tú til merkis góðu og vælskipaðu myndarørslunar, framm eftir bryggjuni, yvir nótabátunum ella yvir Fiskimálaráðnum. Serliga góðar er kamerarørslurnar í náttarljósi, júst sum vit sóu frá sama myndamanni í sendingini um Anitu. Filmiskt vælaverk. Men grafisku talvurnar hoyrdu eini aðrari øld til, tí tær vóru so primitivar, og upplesturin hjá Jón Brian var í byrjanini so av allari leið óneyðuga brúnasíður. Gamaní var innihaldið dómadagskent, serliga tá Herman Oskarson slapp at seta tingini í perspektiv við turrum orðum og vendingum, sum vóru beint fram. Men allar besti viðmerkjari í fólksliga miðlinum var enn sum áður Kári Petersen, ið dugir so væl at taka fram lýsandi dømi um samfelagsligan ójavna, serliga í framtíðarljósi. Aðrir viðmerkjarar vóru so ógreiðir, at eg skilti teir ikki. Men bestu partar, júst teir, ið fingu meg at grunda yvir margháttligu lýsingina um harðskap, og í hesum føri strukturellan harðskap, vóru tey bæði brotini, har fiskivinnumálaráðharrin og løgmaður noktaðu at medvirka, um teir ikki fingu sín egna beinleiðis part í sendingini. Veit, at vælløntir spunasmiðir í áratíggju hava billað politikarum inn, at teir bara skulu taka lut í sjónvarpspráti, um teir eru beinleiðis og óredigeraðir. Tá standa teir sterkir og kunnu ikki verða skotnir niður av frekum journalistum. Tjae, hava vit nakrantíð havt so góðar politikarar? Eg minnist ongan. Har hava journalistarnir munin, tað er púra greitt. Hinvegin, við teim góðu journalistum, vit hava uppá hondina í hesari sending, hví ikki lata politikararnar, sum ynskja tað, eitt nú hesar báðar, sleppa so beint í sendistovuna at svara beinleiðis uppá teir graverandi spurningar, sum allur fakkunnleikin setti á skrá og øll skjøl tyktust stuðla upp undir? Hví ikki lata politkararar, sum hava so sterka trúgv uppá egna megi og mátt, at teir bara kunnu úttala seg filturleysar beint til tjóðina og veljaran, bara sleppa at gera júst tað? Tað hevði neyvan farið nakað av journalistiska boðberanum at lati hesar báðar spæla kamikazepilotar í Sortudíki eina løtu. Haldi, at teir skulu sleppa tað. Og kanska hevði onkur heldur leysur pástandur um nepotismu uppiborðið at verðið royndur í eini ordiligari orrustu. Og so kom hon aftur. Margháttliga lýsingin, har spurt verður, um tú hevur framt harðskap, strukturellan samfelagsligan harðskap, móti øllum føroyingum nú og í komandi tíðum. Haldi, at fiskivinnumálaráðharrin og løgmaður skulu sleppa at svara pástandunum hjá journalistunum um korruptión og nepotismu. Um teir so ynskja eyka talutíð, ella beinleiðis separata sending í bjaringarbelti, eftir at Jan Lamhauge og tey siga seg hava gjøgnumlýst úrvalsliðið, sum politiska skipanin hevur staðfest, og nú er komin í rasshaft av og eftir øllum at døma noyðist at gera vinatænastur fyri. Um enn nakað svørt-hvít, ein framúr harðskapssending fyri alla familjuna Føroyar í bestu senditíð. Gleði meg til næstu sequels!