Skip to main content

Posts

Showing posts from January, 2016

Harur úr Hvannasundi í Áarstovu

Teldutala Jóhan Joensen við harugrýtuni í Áarstovu fríggjakvøldið. Harurnar eru úr Hvannasundi. Hetta var fyrsta tiltak úr gastronomiska kalendaranum Heima í Havn hjá Áarstova og Barbara Fish House. Eyðkendu sprossavindeyguni standa á glopp og tað glintar av grýtum og pannum úr køkinum heima í Havn, har menn stákast, nú harukvøld er í Áarstovu. Fyrstu harur komu úr Kragerø í Oslofjørðinum í august í 1855. Hetta árið vórðu fýra harur settar út í Hornabø og trý ár seinni aftur fýra, allar vetrarhvítar. Í báðum førum spelaðu tær beint niðan á Kirkjubøreyn. Síðan er nógv hent. Í bókini Føroya Náttúra verður sagt, at seinasta vetrarhvíta haran varð sædd í 1918. Nú eru tær vetrargráar. Ná, men nú eru tað brellbitarnir, brislingur frá Tavuni, sum verða lagdir á tallerkin. Kvinnurnar, ið borðreiða, hava sett vínið fram. Vínskráin er úr Suðurevropa og tey, ið standa fyri Áarstovu, hava vitjað vínbøndurnar og dokumenterað persónliga samstarvið í bókini Áarstova søga, vín og vi...

Hanni Bjartalíð í Steinprenti

Teldutala Kurpali er heiti á framsýning hjá Hanna Bjartalíð við tjúgu nýggjum verkum. Snøgga og stuttliga orðið kurpali fevnir í týdningi um eitt lítið, óruddiligt kamar, men er eisini heitið, sum Ingálvur av Reyni valdi til nakrar smáar, men framúrskarandi nonfigurativar myndir, sum hann málaði í 1961, sigur Kinna Poulsen í innbjóðing til framsýningina, sum lat upp í dag. - Men í dag er talan um tysjandi, hugtakandi Kurpalið hjá Hanna Bjartalíð, sum vit hava høvi at uppliva, nú Hanni er komin til Havnar onkrastaðni á millumvegnum millum Glostrup, Nairobi og Klaksvík. Tey tjúgu nýggju verkini, sum øll eru til sølu, eru sett saman úr blandaðum tøkni. Fyri tað mesta er talan um standmyndir ella eitt slag av hegnisliga samansettum kassum við figurum í. Her er The Wild Rover.  Hanni Bjartalíð byrjaði sína listaleið meira traditionelt við tekningum og málningum, og hann fæst enn við tveydimensionella myndlist, men á hesi framsýningini verður mest av træstandmyndum, ella...

Telefonin í skápið...

Teldutala Eg helt, at tað var ein nýggj regla í táttinum um Óla Jákup hjá Jensi , sum fór at mjólka einum frensi, og nú legði telefonina í skápið. Men nei. Sjónvarpstíðindini eru í ramasta álvara. Onga telefon í modernaða skúlanum. Tað verður spennandi at fylgja við, hvussu leingi telefonbannið fer at rigga. Tí fartelefonin er vorðin meginnervalagið í vitanarsamfelagnum. Tað er har tú skrivar og leitar, fotograferar, ert á Facebook, spælir Spotify, og sum vaksin tastar inn og út til arbeiðis í TotalView. Tað munnu vera tíggju ár siðani at eg intervjúvaði stjóran á elsta fólkaskúla í Havn um hetta sama. Tá segði hann somu orð. Hugsi ikki hann hevði sagt somu orð ídag, tíggju ár og nógv cyberár seinni. Ikki tí, eg hevði ikki sent børn í skúla fyri at tosa í telefon, men fyri at læra. Men tað leiðir til næsta spurning: Ber ikki til hjá lærarum ella starvsfólkum, tey eru tilsamans áttaogfjøruti í hesum skúla, at lata upp fyri bara eini lærufunksjón í telefonini, so hon kundi verið ei...

Tríggjar kvinnur í urtagarðinum

Teldutala Høvuðsevnið á tiltakanum Orðum og tónum hjá Sprotanum í Reinsarínum í kvøld varð væl lýst í samrøðu, sum Urd Johannesen stóð fyri. Hon beyð okkum mongu áhoyrarum innum hjá sangarinnuni Eivör, yrkjaranum Marjun S. Kjelnæs og listarkvinnuni Kristinu Joensen. Orsøkin er nýggja fløgan hjá Eivør At The Heart Of A Selkie og nýggja yrkingasavnið hjá Marjun  Opna,   ið er sprottið úr hesum tríkvinnaða samstarvi, eins og útgávan Slör . - Ein urtagarður, sum Eivör tók til. Í báðum førum hevur Kristina myndprýtt útgávurnar, sum vórðu sýndar uppá veggin. Úr samstarvinum hanga eisini sjey Gustav Klimt-inspireraðir málningar hjá Kristinu í Norðurlandahúsinum. DR Big Band spælir undir og DR Vokal-Ensamblet syngur á nýggju fløguni. Tónaskaldið er danski Peter Jensen, sum er kapelmeistari í Tivoli, og hevur spælt saman við nøvnum sum Randy Brecker, ið hevur verið stórur alt tað eg minnist. Aktuella verkið súðar frá fyrsta brotið inn og út millum abstraktar flúrar og tað ...

Holocaustdagur

Teldutala Sjálvsmynd við jødiskum samleikaprógvi er heitið á surrealistisku myndini, sum jødiski Felix Nussbaum (1904-1944) málaði árið fyri hann varð tikin og fyribeindur av nasistum í Auschwitz. Í dag er Holocaustdagur. Henda dag í 1945 fríaði Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum jødar og onnur kúgað fólk úr týningarleguni Auschwitz. Soleiðis byrjar dagsins temasíða hjá Námi . At minnast dagin er framsýning í Berlin við hundrað verkum, tekningum og málningum, sum jødisk listafólk hava gjørt í legum og fátækrabýlingum undir krígnum. Tað er fyrstu ferð, at Yad Vashem savnið í Jerusalem hevur latið lutirnar út av landinum. Listafólkini eru 50 og 24 av teimum vórðu dripin av nasistum. Einasta listafólk, sum enn er á lívi er pólska Nelly Toll (f.1935), sum býr í USA. Meðan vit minnast kríggið, og royna at skilja inntriv í mannasøguna sum Lebensborn og Sonderkommando, er tað sum um vit einki hava lært úr farnu øld. Leiðandi politikarar í okkara egna rikisfelagsskapi ken...

Rundi skúlin

Teldutala Í dag avdúkaði Bogi Bech Jensen, rektari, nýggja navnið og búmerkið á Marknagilsdeplinum. Hóast poetiskt og vælvalt, er navnið ein avbjóðing, tí tað skal standa móti øllum stormum í glasi, og skemtisøgum um heil- og hálvtømd gløs, har næmingar ganga - á glasi. Men búmerkið, sum Sendistovan hevur teknað, dámar mær stak væl. Viðingin leiðir fyrst tankarnar á runda skúlan, ið vil gera upp við hugsanir, sum er slopnar at stirna og verða ráðandi fýrakantaðar, men nú fara at loyva næminginum at hugsa out of the box . Tað er lyftið í merkinum, sum eg lesi tað. Við í einføldu grafisku framsetingini, fáa vit eisini innlit í ta bygging, ið grípur um seg í býnum, har arkitektar hugsa runt, so bygningar ikki longur hava baksíður, men fevna umheimin allan vegin í øllum ljósi. Og tá eg í eina løtu havi latið meg tøla av klingruta búmerkinum, komi eg í tankar um tað mest studentikosa frá 70'unum. Plakatirnar hjá eysturríkska Hundertwasser (1928-2000). Honum dámdi aldri beinu s...

At brúka religión sum makt at korrumpera samfelagið við

Teldutala Í kvøld tosaði Brown doktari úr Læraraskúlahøllini um same sex marriage , og hvørt hetta er ein progressión ella ein regressión, eitt afturstig, í okkara mentan. Hevði einki frægari at taka mær til í kvøld, enn at fylga við á netinum, har Raclip sendi frá fundinum, sum er fyriskipaður, nú løgtingið, sum tað seinasta á okkara leiðum, umhugsar at broyta hjúnabandslógina, soleiðis at samkynd kunnu giftast borgarliga. Amerikanski doktarin vildi møta føroyskum politikarum, men teir vildu ikki kjakast við hann. Ein ungur maður fyri Miðflokkin útgreinar hetta sama. Tvey høvdu fyrst sagt ja, men vildu ikki møta, tá á stóð. Undrist yvir, hví ein so greið ikki-søga kann blíva til eitt makt-statement av runublakaraslagnum. Um ein politikari ella LGBT limur m/k veruliga var møttur, so kundu vit bara gitt, hvat varð kastað oman yvir hansara ella hennara kropp, um viðkomandi mutaði ímóti sjónarmiðunum, sum Brown doktari týðuliga ikki vil víkja frá. Hetta er ikki dialogur, men her...

Torbjørn fagnaður

Teldutala Í dag var fult hús í Steinprenti at heiðra Torbirni Olsen, sum fyllir 60. Hann hevði arbeitt í Steinprenti og nýggjasta prent varð, feskt úr pressuni, hongt á veggin og sett til sølu fyri 1800 krónur. 56 eintøk eru gjørd. Eg tryggjaði mær straks nummar fimm í glasi og rammu. Tað er Jan Andersson, sum er fryntligi litografurin, ið tekur ímóti, og eisini er myndaevnið í einum av stuttligu grafisku prentunum hjá Torbirni. Kinna Poulsen hevði tikið stig til grafisku framsýningina, og maðurin, Herluf Lutzen, spældi eina parafrasu yvir føroysk løg á jazzgittara, sum var tað sjálvur Wes Montgomery, ið stóð nýtendraður framman fyri okkum, meðan hon og Torbjørn bíðaðu eftir høvuðsrøðaranum. Bárður Jákupsson helt eina stuttliga røðu um Torbjørn sum ungan teknara, ja fyrst og fremst teknara, men so eisini anekdotiskar søgur, sum til dømis tá Torbjørn málaði biskuppin í Keypmannahavn, Ole Berthelsen. Tá málningurin varð liðugur og avhendaður, kom Torbjørn eftir, at ...