Vágaportalurin, sum altíð er fyrstur, spyr um eg á kommunuvalinum 8. november fari at velja eitt valevni, sum longu situr í løtinginum.
Nei, tað fari eg ikki at gera.
Orsøkin til tað er, at vit liva í einum fólkaræðisligum samfelag, har vit við okkara eina og lógliga atkvøðuseðili í hondini velja eitt umboð í okkara stað.
Júst tí er tað, at vit hava umboðandi fólkaræði ikki bara í kommununi, men eisini í løgtinginum og sanniliga eisini í fólkatinginum.
Skulu øll valevni sita á øllum stólum í senn og - sum vit hava sæð við borgarstjóranum í Havn sum dømi, tá hann varð danskt ST-umboð í Amerika - aldri víkja sæti fyri demokratiskt valda valevni nummar tvey, so hava vit skert fólkaræðisligu skipanina, sum nú bara virkar við hálvari ferð.
Persónliga maktgreðin - og ikki fólkaræði sum umboðandi tænasta okkara vegna, sum eiga atkvøðuna - verður so gessiga sterk, at hin valdi fer aldri at víkja sess fyri næsta persóni, manni ella kvinnu. Tað er sjón fyri søgn. So løgið tað ljóðar er tað í sosialdemokratiska javnaðarflokkinum at hesin maktgessur hevur sterkastu støðu.
Tí velji eg ikki eitt kommunuvalevni, sum longu situr í eini aðrari sokallaðari fólkaræðisligari skipan, sum til dømis løgtingi. Nei, tað geri eg ikki. Og eg eigi atkvøðuna. Í hvussu er mína. Hon er her millum øll tilboðsbløðini.