Skip to main content

Vilt tú hava bomm?


Henda fitta gentan vildi hava bomm. Tað fekk hon í ríkiligt mát, og vildi bjóða mær burturav. Alt fór í gólvið, og ótolnir menn og konur í langa fríggjadagsraðnum, máttu seta fótin varisliga á handilsgólvið, skuldu tey ikki øll fara á rull og detta. Eftir at hon hevði savnað sum mest av bommunum upp í lógvan í eini ivasamari roynd at rudda gólvið, helt eg, at hetta var ársins myndaevni. Spurdi mammuna, um eg kundi taka eina mynd, og tað var gamaní. Klikti og fór gjøgnum kassan, og veit tí ikki, hvussu bommsøgan spældi av. Men fór at hugsa um tað menniskjansliga løgna og handilsliga skilagóða, at seta øll bommini í leysari vekt beint við kassan, har øll skulu út, og tað júst í barnahædd. Tú skalt ikki hava gingið leingi á handilsskúla at skilja, at hetta er heimsins besta plasering og aldarinnar dyggasta freisting, ja ein nýuppfinning av hugtakinum haltkjaftbomm ein fríggjadag seinrapart í endanum á tíggjunda mánað. Men gentan spleysaði alla handilsvinnuna av. - Vilt tú hava bomm?