Omanfyri havi eg avmyndað Teit Lassen, tá hann legði "Story Music" fram í Studio Bloch beint undan G festivalinum í juli í 2013.
Orsøkin til myndina er, at nevndin í Mentannargrunni Landsins í dag boðar frá, at tey hava givið Teiti starvsløn í eitt ár. Grunnurin sigur, at 146 umsóknir um starvsløn komu í ár, sum er óvanliga nógv. Umframt fjølbroytt listarligt og mentanarligt arbeiði fyri leik og lærd, hevur nevndin lagt høvuðsdentin á dygd. Eftir vandaliga viðgerð av teimum mongu umsóknunum, hava tey gjørt eina raðfesting, so fleiri listafólk fáa arbeiðsnáðir við starvsløn í longri tíðarskeið upp í eitt heilt ár. Starvslønirnar, sum eru longri enn hálvt ár eru hesar:
Teitur Lassen, tónleikari, 1 ár
Sissal Kampmann, rithøvundur, 1 ár
Silja Strøm, myndlist, 1 ár
Guðrið Poulsen, leirlist, 6 mánaðir
Jens L. Thomsen, tónaskald, 6 mánaðir
Randi Samsonsen, tekstillist, 6 mánaðir
Bárður Oskarsson, myndarithøvundur, 6 mánaðir
Umframt eru starvslønir í styttri tíðarskeið latnar 27 umsøkjarum. Tilsamans 125 mánaðarlønir eru latnar fyri góðar 3,3 milliónir krónur, upplýsur Mentnargrunnur Landsins. Íverksetanarstudningur varð latin 4 av 9 umsøkjarum, kr. 300.000 tilsamans.
Sissal Kampmann havi eg avmyndað í Steinprenti á ólavsøku í 2015 og í Listaskálanum á ólavsøku árið fyri.
Mentanargrunnur Landsins er settur á stovn í 1946. Í nevndini sita Ingun í Skrivarastovu, forkvinna, Annfinnur Heinesen, næstformaður og Gulla Øregaard, Urd Johannesen og Leif Hansen, sum eru nevndarlimir.
Heimasíðan hjá Mentanargrunninum upplýsur, at starvslønin svarar til læraralønina á fólkaskúlans lønarstigi 21, stigi 1, sum eftir 1. oktober 2016 er kr. 26.660,80 um mánaðin.
Niðanfyri er landstýriskvinnan í mentamálaum, Rigmor Dam, avmyndað fyri jól tá hon legði fram úrslit frá PISA kanningini í 2015.
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur í dag gjørt av, at lata 20 verkætlanum stuðul til filmsgerð av stuðulsjáttanini til film. Stuðulin fevnir um hugskotsmenning/undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu. Talan er um dokumentarfilmar, stuttfilmar, novellufilm, animatiónsfilm, skemtirøð, listafilm, spælifilmar og pilotframleiðslu.
Játtanin til føroyska filmsframleiðslu er í ár tvær milliónir krónur. Tá freistin at søkja til fyrra útbýtingarumfar var úti 1. februar, vóru 29 umsóknir komnar inn. Eftir tilmæli frá filmsráðgevunum, sum í hesum umfari eru Vár B. Jacobsen og Birgir Kruse, eru kr. 1.442.900 krónur býttar út í hesum umfari.
Fýra verkætlanir hava fingið 100.000 krónur ella meira í stuðli. Hesar eru “Enter the Kitchen - Cook Rising” hjá Gudmundi Helmsdal/ETK Films, sum hevur fingið kr. 250.000, “Eitt sindur um hvussu vit elska” hjá Anton Petersen/Cinema Polaris við Pæturi M. Dahl sum framleiðara, sum hevur fingið kr. 200.000, “Nina” hjá Mariu Winther Olsen/Toka Film, sum hevur fingið kr. 141.000, og “Søgan um Ruth” hjá Árna Nicolajsen, sum hevur fingið 100.000 krónur.
557.100 krónur eru nú eftir til seinna útbýtingarumfar í 2017, sum verður lýst í summar við freist til 1. september.
Her havi eg avmyndað Gudmund Helmsdal Nielsen á skrivstovuni í mai í 2009. Tá samskipaði Gudmundur locations fyri norska filmsleikstjóran Geir Henning Hopland í miðjuni og íslendska myndamannin Jakob Ingimundarsson til høgru. Tað var í sambandi við norska filmin "Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i al mylderet?" Filmurin bygdi á søguna hjá John Harstad, sum kom í 2005. Árið eftir læs høvundurin á G festivalinum í Gøtu.