Á ólavsøku verður Tórspallur fluttur oman í Vágsbotn, tí Rosanne Cash fer at syngja saman við manninum, John Leventhal. Hon er 62 ár og elsta dóttir Johnny Cash (1932-2003) og fyrstu konuna Vivian Liberto (1934-2005). Tað sigur ferðaætlanin hjá Rosanne beint nú.
Rosanne er eitt stórt navn á egnum beinum, ikki bara sum sangari og sangskrivari. Hon er eisini rithøvundur. Umframt at skriva søgur, essays, í New York Times, The Oxford American, New York Magazine, Newsweek og Rolling Stone, hevur hon skrivað bøkurnar "Bodies of Water" (1997), "Penelope Jane: A Fairy's Tale" (2006), "Songs Without Rhyme: Prose By Celebrated Songwriters" (2001) og "Composed: A Memoir" (2010).
Í 1985 fekk Rosanne Grammy virðisløn fyri "I Don't Know Why You Don't Want Me" og hevur í 12 førum verið skotin upp at fáa virðislønina. Hon hevur í 11 førum verið nummar eitt við countrysangum, verið 21 ferðir á Top 40 listanum við countryplátum og hevur fingið tvær gull plátur. Í 2014 fekk hon The Smithsonian magazine's American Ingenuity Award, og í 2015 vann hon tríggjar Grammy virðislønir fyri "The River & the Thread", sum varð kosin besta americana album, fyri besta americana roots sangin, saman við manninum, John Leventhal, og besta American Roots Performance við "A Feather's Not A Bird". Seinni sama ár var hon innlimað í The Nashville Songwriters Hall of Fame.
Umframt virðisløntu útgávuna "The River & the Thread" (2014), er "The List" (2009) millum mest áhugaverdu útgávurnar hjá Rosanne Cash. Í "The List" tulkar hon tólv sangir úr einum lista av hundrað, sum pápin skrivaði henni, tá hon var átjan. Eftir listanum skuldi hon læra seg amerikansku sálina í ektaðum ruralum countrytónleiki.
Árini 1979 til 1992 var hon gift við Rodney Crowell, sum eisini er kendur sangari og sangskrivari. Hóast privata skilnaðin hava tey enn eitt professionelt samstarv.
Í dag er Rosanne Cash 62 og vitjar Havnina á ólavsøku saman við manninum. Akustiska konsertin er ókeypis og verður í ein tíma ella so framman fyri Miðlahúsinum í Vágsbotni um kvøldið ólavsøkudag 29. juli.
Eg sigi bara: Be there!