Skip to main content

SKAM stjørnur siga, hvør kappast um virðisløn


Norska sjónvarpsrøðin hjá NRK, Skam, er so væl umtókt í Norðurlondum, at altjóða filmstevnan í Haugesund hevur biðið Tarjei Sandvik Moe, sum spælir Isak Valtersen í triðja umfari, og Iman Meskini, sum spælir Sana Bakkoush í fjórða og seinasta umfari, avdúka hvørjir fimm norðurlendskir filmar eru í uppskoti at fáa Norðurlendsku Filmsvirðislønina í ár.

Tað skrivar hin Norðurlendski Filmsgrunnurin úr Oslo, har finski Petri Kemppinen, niðanfyri, er stjóri.

Fyrrárið var Petri Kemppinen útlendski dómarin í Geytadómsnevndini, tá Geytin skuldi handast í Norðurlandahúsinum.

Tarje Sandvik Moe og Imam Meskini úr Skam kunngera teir fimm norðurlendsku filmarnar hin 22. august í Edda biografinum í Haugesund.

Hvør av teim fimm tilnevndu fáa Norðurlendsku Filmsvirðislønina í ár, verður kunngjørt í Helsingfors hin 1. november, tá Norðurlandaráðsfundur verður.

Norðurlendski Filmsgrunnurin boðar frá, at fyri henda dag verða teir fimm tilnevndu filmarnir vístir á ymsum støðum í Norðurlondum.

Í fjør fekk norski leikstjórin Joachim Trier virðislønina fyri altjóða filmin Louder Than Bombs. Jan Berg Jørgensen innleiddi sýningina, sum Filmsfelagið skipaði fyri í Havnar Bio hin 13. november í 2016. Virðirslønin er 350.000 krónur.

Norðurlendski Filmsgrunnurin ræður hvørt ár yvir 80 mió krónum. Ein triðingur av fíggjarætlanini er frá Norðurlendska Ráðharraráðnum, ein triðingur frá norðurlendsku filmsstovnunum og ein triðingur frá norðurlendsku kringvørpunum. Fimta hvørt ár verður fíggjarligi parturin av norðurlendska filmssamstarvinum endurskoðaður. Eins og Áland, Grønland, sámar og kvenar, hava Føroyar ikki sjálvstøðuga umboðan í Norðurlandaráðnum, og heldur ikki almennan filmsstovn ella kringvarp, sum luttekur í Norðurlendska Filmsgrunninum.

- Men persónligar kontaktir kunnu loysa upp fyri mongum møguleikum í filmsvakstrarlandinum Føroyum. Tað segði stjórin í Norðurlendska Filmsgrunninum, Petri Kemppinen, tá hann vitjaði í Føroyum í sambandi við Geytan í Norðurlandahúsinum í desember í 2015. Tá nýtti hann høvið at tosa við Rigmor Dam, landstýriskvinnu við mentamálum, biografeigaran Jákup Eli Jacobsen í Havnar Bio, og grafiska verksmiðjueigaran Jan Andersson í Steinprenti.